Leygardagin letur nýggja Badmintonhøllin í Klaksvík upp fyri almenninginum. Við hesum fær næst størsti býurin í landinum eina nýggja høll, sum stórur tørvur hevur verið á í fleiri ár. Og røddir vilja vera við, at eftirspurningurin eftir hallartímun als ikki verður nøktaður við hesi høllini. Men leygardagin verður so eitt stórt fet tikið í so máta, og tað verður markerað við fleiri tiltøkum. Dyarnar lata upp klokkan 14, og síðani verður tónleikur, skemt og ítróttur á skránni.
Tíðindi