Ætlanin er eisini í sama viðfangi at gera fleiri umbyggingar og víðkanir – eitt nú verða fleiri geilir í tí mittasta hylinum, ein nýggjur kavingarhylur og barnahylur skulu gerast, eins og ein vælveru-miðstøð og kaffikrókur verða gjørd.
Klaksvíkar kommuna er í løtuni farin undir prosjekterinsarbeiðið, og síðani verður farið undir sjálvt arbeiðið sum verður gjørt yvir nøkur ár.
Sum skilst, er ætlanin er at byrja alt hetta stóra arbeiðiðvið umklæðingarpartinum. Seinni standa so hyljarnir fyri tørni.