Hólmgonga: Eidesgaard vs Hoydal

Fyri fyrstu ferð, síðani nýggja samgongan tók við, hava føroyingar í Keypmannahavnarleiðini møguleika at uppliva tveir teir fremstu føroysku politikararnar í politiskum kjaki.
Mikudagin fara Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, at dystast í eini sonevndari hólmgongu.
Evnini sum nomin verða við eru: útbúgvingarpoli-tikkur, úrvald innlendis-mál, uttanlandspolitikkur, yvirtøkulógin og framtíð Føroya sum heild.
Beinta Løwe Jacobsen, verður orðstýrari á kjakfundinum, sum MFS, Meg-infelag Føroyska Studenta, skipar fyri.
Í steðginum verður tón-leikur framførdur, eisini fáa áhoyrarirnir møguleika umvegis orðstýrarin at seta løgmanni og formanni Tjóðveldisfloksins spurningar.
Tiltakið verður 1. desember klokkan 19 í Føroyingahúsinum á Vesterbrogade 17 í Keypmannahavn - møtið fjølment.