Einki er at siga til, at fótbóltsáhugað tóktust rættuliga ørkymlað undan dystunum hetta vikuskiftið.
Hóskvøldið frættist, at fótbóltsdómarafelagið hevði gjørt av, ikki at døma nakran dyst í bestu deildini hetta vikuskiftið, orsakað av ónøgd um dómin, sum KÍ fekk eftir tilburðin í Klaksvík, har linjuverji varð sligin í búkin.
Leiðslan í FSF harmaðist sjálvandi um hetta stigið, og teir bjóðaðu eisini dómarunum at koma á fund í hesi vikuni, men støðan hjá dómarunum tóktist greið.
- Vit døma ikki, segði formaður felagsins í leygardagsSosialinum, og sambært honum var talan als ikki um nakað útspæl móti FSF, men heldur eini greið boð.
Út á fríggjakvøldið var tó líkt til, at dómararnir vóru um at hoykna í kongunum, og á viðmerkingunum, sum hoyrdust í loftbornu fjølmiðlunum, skiltist, at støðan als ikki var so greið kortini.
Frægast fyri fótbóltin
- Orsøkin til, at vit brádliga skiftu hugsan í málinum er, at nevndin í dómarafelagnum og FSF komu ásamt um, at fundur skuldi haldast mánadagin, og tí sendu vit eina áheitan til dómararnar um at døma dystirnar. Orðini eigur Hans Falkvard Hansen, sum er formaður í dómarafelagnum. Víðari sigur hann, at nevndin ikki á nakran hátt hevur roynt at lagt trýst á dómararnar, fyri at fáa teir at døma.
- Fleiri dómarar ringdu til mín leygardagin, og boðini eg gav teimum, vóru í øllum førunum tey somu: Geri tað, sum tit halda tykkum kunna standa inni fyri, og ikki hugsa um støðuna hjá nevndini.
Spurdur, hvørt nevndin ikki góðtók avgerðina hjá dómarunum, sigur Hans, at nevndin ongantíð tók undir við uppskotinum frá dómarunum. Fudnurin var tó viðtøkuførur, leggur formaðurin dent á, men hann sigur samstundis, at hann heldur at nevndin hevði fullan rætt til at handla sum hon gjørdi.
- FSF setti seg í samband við okkum, og beyð okkum á fund, har umrøddu viðurskiftini kundu fáast upp á pláss, og hetta hildu vit vera ein loysn, sum vit kundu liva við. Eisini fyri at faa dystirnar avgreiddar, tí hetta var eftir okkara tykki frægasta loysnin fyri fótbóltin sum heild.
FSF raknað við
Hóskvøldið segði formaðurin annars, at talan ikki var um nakað forhandlingsútspæl, men sunnukvøldið vóru boðini øðrvísi. Til hetta segði formaðurin, at tað er ikki alt, man fær sagt beinanvegin, og hann legði enn einaferð dent á, at nevndin metti seg hava funnið eina loysn, nú FSF hevur boðið teimum til fundar.
Men hvørji mál verða so tey, sum verða viðgjørd á fundinum, sum varð hildin eftir evstamark í gjár?
- Talan verður um allar teir lutir, sum vit eru ónøgdir við í samstarvinum við FSF. Dómurin í konkreta málinum í Klaksvík verður tó ikki kærdur. Hetta hava vit onga heimild til.
Vit hava tó fingið Fótbóltssambandið at rakna við, og so mugu vit vóna, at vit fáa so nógv sum gjørligt á skaftið.
Dómarin gevst
Leygardagin frættist, at dómarabólkurin, sum dømdi dystin í Klaksvík, gevst at døma, tí teir kenna seg stungnar í ryggin, nú dystirnir í bestu deildini kortini vórðu avgreiddir. Hevur formaðurin í dómarafelagnum forstáilsi fyri hesum?
- Bæði og. Tað skal eingin ivi vera um, at vit bakka dómaran 100% upp í málinum í Klaksvík, men hinvegin kunnu vit ikki taka undir við teirra hátti at handfara málið upp á. Vit kunnu sjálvandi ikki á nakran hátt góðtaka, at dómari ella linjuverji verða slignir i búkin, men harífrá og so til at blokera dystirnar er eftir mínari fatan eitt dekan ov langt lop.
Tú mást eisini hugsa um, at um felagið hevur uppfylt tær treytir, sum verða settar í málinum, so má eisini verða mark fyri, hvussu hørð revsingin kann verða.
Eg eri tó sjálvandi sera harmur, um hetta viðførir, at dómarabólkurin gevst, tí talan er uttan iva um ein av bestu dómarabólkunum, sum vit eiga í Føroyum.
Eingin ivi um frágreiðingina
Frá FSF formanninum skiltist friggjadagin, at hann var í iva um, hvørt hendingin í Klaksvík yvirhøvur fór fram. Hevur hetta eisini havt ávirkan á tykkara støðutakan í málinum?
- Nei, avgjørt ikki. Tað má ongantíð sáast ivi um, hvørt dómarin sigur satt í frágreiðing sínari, tí verður tað gjørt, so er jú alt álit millum dómarar burtur.
Orsøkin til broyttu støðutakanina er snøgt sagt tann, at vit nú kunnu koma upp á tal við FSF. Dómarin er jú ikki settur at meta um, hvørjar revsingar ávís mál at eiga at viðføra. Dómarin er settur til at leiða dystin, og hetta haldi eg eisini at vit eiga at halda okkum til. Restina mugu aðrar kreftir taka sær av. Blanda vit hesi mál saman, fáa vit beinanvegin habilitetstrupulleikar, og tað kunnu vit ikki hava.
Tættari samstarv
Hvørji mál fer dómarafelagið so at leggja serliga dent á mánakvøldið?
- Vit skulu skap álit millum partarnar, soleiðis at avgerðir í framtíðini ikki vera tiknar at kalla yvir høvdið á dómarunum. Talan skal snøgt sagt verða um eitt tættari samstarv millum dómararnar og FSF.
Um trygdin hjá dómarunum skal betrast, er eisini eitt mál, sum støða skal takast til. Skulu gyrðingar gerast, har dómararnir ganga út, ella skal verjan av hesum skipast øðrvísi enn hon er í løtuni. Hetta eru alt spurningar, sum eru relevantir at taka upp, og tað fara vit helst eisini.
Eisini eiga vit at finna eina greiðu linju um, hvørji mál skulu fráboðast fótbóltssambandinum. Sum er, senda onkrir dómarar fráboðan inn um okkurt, sum aðrir dómarar ikki leggja so nógv í, og hetta ber jú heldur ikki til. Altjóðagerðingin av fótbóltin setur jú eisini krøv um, at vit sum dómarar skulu fylgja altjóða reglum, so eisini her er nakað at tosa um hjá okkum.
Eitt nú hava vit nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum eitt stig á leiðini.
At enda sigur formaðurin í dómarafelagnum, at tað nú ræður um hjá teimum at koma víðari, soleiðis at fótbólturin verur tæntur sum best.
- Høvdu vit hildið fast um, dystirnir ikki skuldi spælast, hevði hetta fyrst og fremst rakt feløgini og ikki FSF, og tað var jú ongantíð ætlanin við tiltakinum, sigur formaður felagsins at enda.