Eftir at nýggi Fiesta, ið er ein heimsbilur hjá Ford, kom á evropeiska marknaðin í oktober 2008, er hann ein av mest seldu bilum í Evropa og tann mest seldi í sínum klassa.
Fiesta verður gjørdur í Týsklandi, Spania og Kina, eins og teir eisini skulu framleiðast í
Thailandi og Mexico. Ford hava eina ætlan um, at áðrenn fimm ár eru liðin, skulu teir framleiða eina millión Fiesta um árið.