Hálv milliard í avlopi

Fyrrapartin í gjár legði Karsten Hansen fíggjarlógina fyri 2001 fyri tingið og ætlanin er, at knøpp hálv milliard skal leypa av, tá árið er av. Hetta er á leið tað sama, sum verður mett at leypa av, tá árið í ár er li?ugt

Fíggjarlógin fyri 2001 er nú komin á tingborð.

Í gjár legði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fíggjarlógina fyri løgtingið til viðgerar, og tað eru ikki hissini tøl, sum tingið og nevndir tess, sleppa at viðgera.

Fíggjarlógaruppskotið javnvigar við góðum 481 mió. í avlopi, og er tað umleið tíggju prosent hægri enn væntaða avlopið fyri árið í ár verður.


Meira inn í skatti

Sum høvuðsregla kann sigast, at alt hækkar á hesi fíggjarlógini. Samstundis, sum væntaða avlopið hækkar, hækka bæði útreiðslur og inntøkur.

Tað sigur seg sjálvt, at tá væntaða avlopið verður størri, so hækka inntøkurnar meira enn útreiðslurnar gera, og tað er eisini tað, sum sæst aftur í viðmerkingunum.

Á inntøkusíðuni hækka bæði skattir, avgjøld og ríkisveiting. Ríkisveitingin hækkar sambært avtaluni, sum gjørd var í 1998, og næsta ár eru 993 mió. ella knøpp milliard settar á fíggjarlógina.

Skattainntøkurnar í ár eru væl hægri enn væntað varð frammanundan og tað er við støði í hesari meirinntøku, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum væntar, at tað koma góðar 105 milliónir meira í landskassan í skatti, enn mett er fyri 2000.

Her skal so leggjast afturat, at framrokningar, sum Fíggjarmálastýrið hevur gjørt vísa, at skattainntøkurnar í ár vera 1.190 mió. krónur og ikki 1.015, sum mett var tá fíggjarlógin var gjørd. Á henda hátt, verður hækkingin bert trý prosent.

Viðvíkjandi mvg-inntøkunum er støðan tann sama. Higartil í ár, er nógv meira goldi? landskassanum í mvg enn mett var frammanundan, og tað er við støði í hesum, at landsstýrismaðurin og embætisfólk hansara vænta, at mvg-inntøkurnar gerast 825 mió. krónur komandi ár.


Størri útreiðslur

Samstundis, sum inntøkurnar hækka við 200 milliónum krónum, so hækka eisini útreiðslurnar. Tær hækkað við góðum 168 milliónum krónum, og tær útreiðsluhækkingarnar stava serliga frá hækking á fýra konti.

Heilsumál fáa gó?ar 50 milliónir meir. Almannamál fáa knappar 65 milliónir meir. Samferðsla og samskifti fáa góðar 30 milliónir meir, og tað vera uml. 50 milliónir meira til útbúgving og gransking enn játtað er í ár. Hinvegin eru næstan 60 milliónir minni til fiskivinnuna enn játtanin fyri í ár vísir.

Størsti vøksturin á almannaøkinum viðvíkir pensjóns- og forsorgarøkinum, sum hava fingið væk meira í sín part. Hetta samsvarar eisini sera væl við tann veruleika, at tað hevur verið trupult at halda játtanina í ár. Tingið viðgerð júst nú eitt mál um eykajáttan júst til Almanna- og heilsumálastýrið og tí sær tað út til at tað er tørvur á eini størri játtan.

Avleiðingin av fíggjarlógaruppskotinum er, at landskassin fær eitt styrkt gjaldføri. Góðar 134 milliónir skulu gjaldast í avdráttum av landskassaskuld, men so eru enn 347 milliónir eftir.