Mangulin upp á ein føroyskan bringusvimjara gjørdi tað neyðugt, at nakrir av okkara svimjarum í blandaðu stafettini máttu stilla upp í eini grein, sum ikki var teirra besta. Tí noyddist Pál Joensen at svimja bringu, meðan Andrass Thomsen svam firvald, umframt at Kári J. á Høvdanum og Pauli Ø. Mohr høvdu sínar sergreinar í rygg og í frí.
Men tað gekk nú mikið væl. Kári hevði annars svomið seg til silvur í 50 metra frí, men tá fyrsti fjórðingurin av stafettini var farin aftur um bak, vóru Føroyar á odda. Og munurin aftur til restina bara øktist, so hvørt sum longdirnar vórðu lagdar aftur um bak. Somikið nógv, at tá Pauli Øssurson Mohr leyp avstað, skuldi hann bert hugsa um ikki at tjóvstarta, men við ferðini, sum hann hevði um seinasta teinin, mundu mótstøðumenninir ikki kenna seg alt ov tryggar kortini.
- Eg haldi eg visti av, at gullið var heima, áðrenn eg fór útí. Í øllum førum, um eingin tjóvstartur var dømdur móti okkum.
Og tit svumu allir upp til tykkara allarbesta?
- Tað gjørdu vit heilt sikkurt. Gott nokk er talan flúgvandi start, men leggur tú tað hálva sekundið afturat, sum hesin gevur, so svumu vit allir einar tríggjar-fýra tíggjundapartar undir okkara bestu tíð.
Og hendan byrjanin upp á svimjidagarnar er væl nakað, sum kann kickstarta tykkum?
- Heilt avgjørt. Hetta var so tann fyrsta av stafettunum, og nú haldi eg bara, at vit fara eftir gullinum í øllum, segði Pauli Øssurson Mohr.
----------
Fakta um svimjing
1500 frí menn: Pál Joensen 15:44.68, gull og oyggjaleikamet
400 frí kvinnur: Eingin føroysk luttøka
200 firvald menn: Pál Joensen 2:05.81, bronsa og føroyskt met
100 firvald kvinnur: Bjørg Seloy 1:04.88, silvur og føroyskt met
100 firvald kvinnur: Shaila millum Garðarnar 1:07.57, bronsa
100 bringa menn: Pál Joensen 1:05.50, bronsa og føroyskt met
50 bringa kvinnur: Katarina Lamhauge 34.49, gull og føroyskt met
50 bringa kvinnur: Malan V. Bærendsen 34.94, nr 4
50 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 26.25, silvur
200 frí kvinnur: Mona Simonsen 2:05.91, bronsa
200 blandað menn: Pál Joensen 2:04.41, silvur og føroyskt met
4x50 frí kvinnur: SSF 1:47.19, gull, føroyskt met og oyggjaleikamet
liðið: Shaila millum Garðarnar, Guðun Holm Jacobsen, Poula Øssursdóttir Mohr og Mona Simonsen
4x50 blandað menn: SSF 1:44.77, gull, føroyskt met og oyggjaleikamet
Liðið: Kári J. á Høvdanum, Pál Joensen, Pauli Øssursson Mohr og Andrass Thomsen