Millum klokkan fýra og fimm í gjár, tók tað hálvan tíma at koyra úr Havn til Sunds, tí ferðslan var varð tarnað av vegarbeiði. ? Hetta er bíligast loysnin, og tí mugu vit nýta hana, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri hjá Landsverki Tá nógv fólk skulu til Havnar ella úr býnum er ofta rættiliga nógv ferðsla, og tað kann taka eina løtu at koma úr býnum til Sunds. Men í gjár tók tað ein heilan hálvan tíma millum klokkan 16 og 17.
Orsøkin til stóru seinkingina, sum eisini hevði við sær, at ferðslan stóð púra still í støðum, var, at Landsverk gjørdi arbeiði á vegnum.
Hóast møguleiki hevði verið at arbeiða um náttina, stongja vegin heilt av og at arbeitt styttri dagar, so hevur Landverk valt leistin at lata vegin vera opnan, samstundis, sum arbeitt verður.
Sambært Oyvindi Brimnes, stjóra í Landsverki, er ein einfald orsøk til tess.
- Vit hava 10 milliónir um árið at viðlíkahalda vegirnar fyri og burdu havt 40, so tað sigur seg sjálvt, at vit mugu taka bílígastu loysnina, um hon merkir at ferðslan verður tarnað eitt sindur, sigur hann
Sambært Oyvindi Brimnes, hevði besta loysnin fyri dagligu ferðsluna verið at leggja asfaltið á um náttina, men at tað er so øgiliga dýrt.
- Tað hevði kostað so nógv í eykatímum, so tað ber ikki til við okkara játtan, og tað er tað sama við hinum loysnunum, sigur stjórin á Landsverki.
Hann vísir tó á, at arbeiðið er væl lýst, og tí skuldi henda støða ikki komið óvart á nakran, og at oyggjarvegurin er eitt rættiliga gott alternativ, tá ferðslan er tarnað á júst hesum vegastrekkinum.