Hálvfemsárakvøld í Rex

Tey hava roynt tað fyrr, tað varð útselt, og nú fara tey at royna aftur. Komandi leygarkvøld verður hálvfemsárakvøld við Haddaway í Rex.

Umframt at hava eina Phd. í Political Science and History frá Washington University, dugir hann eisini at syngja og gera løg. Hann eitur Haddaway, hevur selt meira enn 20 milliónir fløgur og fer leygarkvøldið at framføra í Rex til eitt hálvfemsárakvøld.

 

Haddaway er millum annað kendur fyri løg sum >>What is Love<< og >>Rock my Heart<<, sum hittaði í 1994.

 

- Tá Haddaway framførdi seinast í Rex, varð útselt longu klokkan hálvgum tvey, greiðir Rúni Djurhuus, fyriskipari, frá.