Hálvfinalurnar: ÍF hevur fyrimunin

ÍF vann í Fuglafirði, og einki mál kom á Svangaskarði.

 

EB/Streymur fekk javnt

Heðin Askham, venjari, segði undan dystinum, at hann var nøgdur, um EB/Streymur ikki tapti. Úrslitið á Svangaskarði var 0-0. Sundalagsmenn spældu hinvegin við einum manni meira seinastu løtuna, tí Jóhan Dávur Højgaard, B68, var útvístur, tá seinna umfarið var hálvrunnið. Daniel Udsen hevði ein risa møguleika eftir steðgin, tá Leif Niclassen sendi í stólpan. Miðvallarin var fyrstur á bóltinum, men Udsen misnýtti stóran møguleikan framman fyri opnum máli.

 

Fuglfirðingar vunnu hesaferð

ÍF tapti fyri 07 Vestur mánakvøldið, men fuglfirðingar fingu uppreisn í kvøkd. ÍF hevur fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Karl Løkin skeyt sigursmálið, tá lítil løta restaði í. Úrslitið var 1-0. Fuglfirðingar vóru samanumtikið meira á bóltinum, men tað hilnaðist ikki serliga væl at spæla seg til upplagdar møguleikar. Gestirnir úr Vágum smæddust ikki burtur. Serliga var Jens Erik Rasmussen, 07 Vestur, nær við fyri steðgin, men Jákup Mikkelsen vardi meistarliga fyri. Tað var uppiborið, at fuglfirðingarnir vunnu. ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Klokkan 18.30:

ÍF - 07 VESTUR 1-0 (0-0)

Dómari: Petur Reinert

1-0: Karl Løkin, 89.

 

93 Liðugt. ÍF vann 1-0. Karl Løkin skeyt einasta málið í Fuglafirði og syrgdi fyri, at fuglfirðingar vunnu fyrru hálvfinaluna.

91 Fuglfirðingar geva sær góðar stundir nú.

90 Petur Reinert, dómari, hevur lagt tríggjar minuttir afturat.

89 MÁL! ÍF er á odda 1-0! Karl Løkin var staddur áleið 20 metrar frá málinum, tá hann smekkaði til. Umvegin ein verjuspælara, fór bólturin í málið. Málverjin hevði ongan møguleika.

87 Fuglfirðingar hava framvegis torført við at spæla seg fram til møguleikar.

86 ÍF trýstir nú. Vágamenn tykjast nøgdir við javnleik og royna at verja støðuna.

84 Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur, gult kort.

82 Bogi Løkin, ÍF, fær gult kort.

81 07 Vestur skiftir út. Holgar Djurhuus er farin út, og Sigtór Petersen er komin inn.

78 ÍF leggur ikki nógv fyri í royndini at fáa sigursmálið. 07 Vestur dugir væl at draga ferðina úr spælinum.

73 Tað hendir millum lítið og einki í Fuglafirði nú.

68 07 Vestur hevur meira at bjóða í seinna hálvleiki, sammett við fyrra umfari. Gestirnir smæðast ikki burtur.

65 Jógvan Samuelsen, venjari hjá 07 Vestur, hevur framt sína fyrstu útskifting. Jens Erik Rasmussen er farin út, og Henning Joensen er komin inn.

61 Nú hevur ÍF framt allar sínar útskiftingar. Frank Poulsen hevur loyst av Chris Muomaife.

59 ÍF skiftir út. Uni Petersen hevur loyst av Áka Petersen.

57 Høgni Zachariasen og Bartal Eliasen, ÍF, hava fingið gult kort. 07 Vestur er meira á bóltinum nú.

51 Vágamenn høvdu aftur eina roynd. Eli Falkvard Nielsen smekkaði til, men omanfyri. Leikgongdin er tann sama sum fyri steðgin. Fuglfirðingar eru nógv á bóltinum, men tað eru gestirnir, sum eru vandamiklir eftir snarálop.

47 Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, hevur framt eina útskifting. Nenad Saric er farin út, og Dánjal á Lakjuni er komin inn.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Hálvleikur. Tað er framvegis málleyst í Fuglafirði. ÍF hevur verið nógv meira á vøllinum. Høgni Zachariasen og Chris Moumaife hava roynt seg móti málinum hjá 07 Vestur, annars hevur heimaliðið ikki havt upplagdar møguleikar. Vágamenn hava eisini søkt at málinum hjá fuglfirðingum. Jens Erik Rasmussen var sera nær við eftir snarálop. Tað hevur sermerkt fyrra umfari, at fuglfirðingar hava verið nógv á bóltinum, og vágamenn hava vart seg sum frægast.

44 Jan Ellingsgaard, ÍF, fekk gult kort.

44 Nú eru fuglfirðingar omaná! Chris Moumaife var staddur inni í brotsteiginum, tá hann royndi seg, men Kristian Joensen stýrdi bóltinum út til hornaspark.

43 ÍF var nær við! Høgni Zachariasen stýrdi einum innleggið móti málinum við høvdinum. Eydnan var við gestunum, tí bólturin tók í stongina, áðrenn Tehé Aristide sparkaði burtur.

41 Fuglfirðingar hava aftur leikliga yvirvág nú, men teir spæla seg framvegis til upplagdar møguleikar.

34 Vágamenn eru betri við nú. Badara Diedhiou var fyrstur á innleggi, men miðvallarin stýrdi bóltinum beint fram við málinum.

33 Aftur ein stórur møguleiki til 07 Vestur! Jens Erik Rasmussen setti kós móti málinum eftir snarálop. Framherjin smekkaði til, men Jákup Mikkelsen vardi meistarliga fyri. Hann stýrdi bóltinum út til hornaspark. Gestirnir fingu einki burtur úr hornasparkinum.

31 Chris Moumaife hevði eina roynd á málið hjá gestunum, men Kristian Joensen vardi fyri. Fuglfirðingar hava framvegis ikki verið veruliga vandamiklir, hóast teir eru nógv meira á bóltinum. 07 Vestur roynir at verja sum frægast.

26 Fuglfirðingar hava framvegis torført við at spæla seg til upplagdar møguleikar.

20 Uppleggið hjá 07 Vestur tykist vera at senda bóltin fram á vøllin, og Jens Erik Rasmussen skal royna at vinna nærdystirnar.

19 ÍF hevur júst havt sína bestu roynd higartil. Karl Løkin royndi seg við langskoti, men bólturin var oman fyri málið.

18 Støðan er óbroytt. Tað eru framvegis fuglfirðingar, sum eru omaná.

13 Tað er heimaliðið, sum er omaná. Fuglfirðingar eru meira á bóltinum, og útgangsstøðið hjá vágamonnum er tað sama sum seinast - at dúva upp á snarálop. ÍF hevur framvegis ikki spælt seg til stórvegis møguleikar.

7 Fuglfirðingar hava verið meira á bóltinum fyrstu løtuna.

2 07 Vestur hevur havt ein upplagdan møguleika beinanvegin! Jens Erik Rasmussen kom í góða skotstøðu, men Jákup Mikkelsen vardi fyri.

1 Dysturin er byrjaður. Jákup Mikkelsen, sum sat uttan fyri við skaða mánakvøldið, verjir aftur málið hjá ÍF.

 

ÍF: Jákup Mikkelsen ? Áki Petersen (Uni Petersen), Høgni Zachariasen, Bartal Eliasen, Jan Ellingsgaard ? Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni), Aleksandar Jovevic, Karl Løkin, Fritleif í Lambanum, Bogi Løkin ? Chris Moumaife (Frank Poulsen)

07 Vestur: Kristian Joensen ? Sjúrður Ellefsen, Jón Nielsen, Tehé Aristide, Rógvi Nielsen ? Holgar Djurhuus, Eli Falkvard Nielsen, Badara Diedhiou, Tór-Ingar Akselsen ? Jovan Radinovic-Panic ? Jens Erik Rasmussen (Henning Joensen)

 

Undan dystinum:

Mánakvøldið taptu fuglfirðingar fyri 07 Vestur á heimavølli. Tað var óvæntað. ÍF skal á fyrsta sinni taka lut í altjóða kapping í summar. Málið í hesum kappingarárinum er at betra um úrslitið frá í fjør. Higartil hevur ikki hilnast serliga væl, og steypakappingin er ein upplagdur møguleiki at vinna sær pláss í Europe League.

07 Vestur hugsar fremst av øllum um at varðveita sætið í bestu deildini. Nú snýr tað seg hinvegin um at endurtaka bragdið frá mánakvøldinum og vinna dystin í Fuglafirði.

 

---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

Klokkan 19.00.

B68 - EB/STREYMUR 0-0 (0-0)

Dómari: Dagfinn Forná

 

93 Dysturin er liðugur. Einki mál kom á Svangaskarði í kvøld.

92 Keita stýrdi frísparksinnleggið upp um málið. Ein minuttir restar í.

90 Ibrahima Camara, B68, var nær við at fáa mál! Keita gav honum bóltin, og framherjin smekkaði til, men René Torgarð vardi væl fyri.

83 EB/Streymur ger sítt fyri at fáa sigursmálið. Bárður Olsen var aftur nær við nú. Hann royndi seg við skoti, men framvið málinum.

81 B68 skiftir út. Ahmed Keita hevur loyst av Stig-Roar Søbstad.

78 EB/Streymur trýstir nú! Sundalagsmenn høvdu hornaspark. Bólturin fór fyri føturnar á Bárði Olsen, sum var staddur uttan fyri brotsteigin. Miðvallarin smekkaði til, men beint fram við málinum.

76 B68 spælir nú við 10 monnum! Johan Dávur Højgaard fekk sítt seinna gula kort, og verjuspælarin er útvístur. Hann rendi Sorin Anghel um koll, tá hann fekk seinna gula kortið. Ndende Gueye, B68, spælir í miðverjuni nú.

70 B68 hevði ein stóran møguleika. Kristian Anthon Andreasen sendi bóltin innfyri eftir fríspark, og Oddur Højgaard stútaði bóltin móti málinum. René Torgarð vardi meistarliga fyri.

61 Daniel Udsen, EB/Streymur, hevði eina risa møguleika! Leif Niclasen smekkaði til, og bólturin fór í stongina. Bólturin stakk út til Udsen, sum hevði púra opið mál, men miðvallarin rakti ikki málið. Ein sera, sera stórur møguleiki!

58 B68 hevur skift út. Jónleif Højgaard fór út, og Dánjal Pauli Højgaard kom inn.

51 Sama støðan. Tað hendir millum lítið og einki á Svangaskarði.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

46 Nú er hálvleikur á Svangaskarði. Liðini hava ikki lagt nógv fyri í fyrra umfarinum.

45 Tað var um reppið, at Leif Niclasen, EB/Streymur, legði gestirnir á odda. Framherji fór fram við mótstøðuspælara og smekkaði til, men framvið málinum.

44 Hans Pauli Samuelsen hevði ríkiligt av plássi og var í góðari skotstøðu, tá hann smekkaði til, men bólturin rakti ein mótstøðumann og fór út til hornaspark. Sundalagsmenn fingu einki burtur úr hornasparkinum.

39 EB/Streymur hevur verið nær. Tórður Thomsen, sum verjir málið hjá B68, hevði tó tamarhald á støðuni. Tað er framvegis sjáldan, at liðini av álvara fáa ferð á bóltin.

29 Levi Hanssen og Hans Pauli Samuelsen hava býtt um pláss. Levi Hanssen er nú vongur í vinstru, og Hans Pauli Samuelsen er vongur í høgru.

28 Nógvir nærdystir og lítið skipað spæl á Svangaskarði.

23 Stig-Roar Søbstad hevur verið eyðsýndur higartil, men hann hevur framvegis ikki roynt seg móti málinum hjá EB/Streymi.

20 Hvørki av liðunum tykist sinna at spenna álopsbogan.

15 Toftamenn hava verið omaná, men sundalagsmenn eru ikki undir trýsti. Tað vísir seg at vera torført hjá báðum liðum at spæla seg fram til møguleikar.

11 B68 hevur verið meira á bóltinum fyrstu løtuna. Toftamenn royna at spæla seg til møguleikar, men sundalagsmenn eru væl skipaðir. Framvegis eingin møguleiki.

5 Tað er millum lítið og einki hent á Svangaskarði fyrstu løtuna.

2 Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er eitt sindur av vindi, men tað darvar ikki spælinum. Tað regnaði á Svangaskarði fyrrapartin, og graslíkið er eitt sindur vátt.

1 Dysturin er byrjaður.

 

B68: Tórður Thomsen ? Jóan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Niclas Joensen ? Jónleif Højgaard, Ndende Gueye, André Olsen, Kristian Anthon Andreasen ? Stig-Roar Søbstad, Ibrahima Camara

EB/Streymur: René Torgarð ? Bárður Olsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Poul G. Olsen ? Levi Hanssen, Pætur Dam Jacobsen, Sorin Anghel, Daniel Udsen, Hans Pauli Samuelsen ? Leif Niclasen

 

Undan dystinum:

Tað hevur verið rumbul kring felagið í Sundalagnum í vikuni. Spælarar siga, at teir hava ikki fingið sína løn. Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymar, væntar ikki, at tað fer at ávirka avrikið í kvøld.

Tað hevur ikki ávirka okkum stórvegis. Tað er ikki hetta málið, vit práta um í skiftirúminum. Vit hugsa um fótbólt, og nevndin tekur sær av umsitingini. Eg vænti ikki, tað fer at ávirka avrikið í kvøld, sigur Heðin Askham. Hann leggur afturat, at sundalagsmenn eru nøgdir við javnleik í kvøld.

B68 vann 1-0 á EB/Streymi á Svangaskarði um vikuskiftið. Tað er eitt krav, at vit vinna aftur í kvøld, sigur Bill M. Jacobsen, venjari.

Vit skulu vinna á Toftum. Helst við tveimum málum. Tað er somuleiðis umráðandi, at EB/Streymur ikki fær mál á okkara heimavølli, sigur hann.

Óli Olsen er farin aftur til skips. Remi Langgaard og Dion Splidt er heldur ikki við í hópinum í kvøld.