Hálvfinalurnar í Firmakappingini vera hósdagin seinnapart á FM1

Í morgin klokkan 15.10 kappast Spekt og Vinnuhúsið, og klokkan 15.30 kappast Betri Pensjón og Magn í hálvfinalunum í Firmakappingini hjá FM1

Í morgin klokkan 15.10 kappast Spekt og Vinnuhúsið, og klokkan 15.30 kappast Betri Pensjón og Magn í hálvfinalunum í Firmakappingini - spurnarkappingini - hjá FM1.

Sjálv finalan í Firmakappingini verður avgreidd hósdagin 25. mars klokkan 15.15.

Vinnandi fyritøkan og taparin í finaluni sum verður 25. mars vinna tveir flottar vinningar.

Høvuðsvinningurin er ein flogferð við Atlantic Airways til Keypmannahavnar og aftur, og gisting á Hotel Absalon fyri 12 fólk. 

Annar vinningur er Hestur "Kittywakes and Caves" túrur við RIB62 fyri 12 fólk.

Øll kunnu hoyra Firmakappingina HER