Flytingar
Upprunaliga varð ásett, at seinnu hálvfinalurnar í Coca-cola kappingini hjá monnum skuldu leikast 31. januar. Ætlanin var tá, at U-20 landsliðið skuldi av landinum til altjóða kapping hin 1. februar.
Nú er hendan fráferð tó broytt, soleiðis at U-20 liðið fer avstað 31. januar, og verða hálvfinalurnar hjá monnunum tí fluttar ein dag fram.