Helvtin av manningini í tónleikabólkinum "4" - Petur Háberg Jacobsen og Gunnar Justinussen, sum nevna seg Hálvgum 4 koma við nýggjari fløgu mánadagin klokkan hálvgum fýra.
Fløgan verður løgd fram í tónleikahandlinum hjá Tutl á "Glade Hjørn" við gøtuhornið Niels Finsensgøtu/Sverrisgøtu í Havn.
Fløgan víkir rættiliga nógv frá stílinum í fløguni, sum bólkurin "4" gav út. Á nýggju fløguni eru yrkingar hjá m.ø. Hanusi Debes Joensen og Steingrími Niclasen tónsettar. Eisini er kendi sangurin hjá svenska arbeiðaraskaldinum, Dan Andersson um biddarin frá Luossa í Dalarna í Svøríki eisini við á útgávuni.
Petur Háberg Jacobsen og Gunnar Justinussen vitja eisini Rásarúmið fyrrapartin klokkan 10.