Hálvhjartað fullveldi á pappírinum

? ? ?

Tað komandi árið verður rættiliga spennandi politiskt. Serliga í spurninginum um ríkisrættarligu støðu okkara: - Hvussu fara samráðingarnar at ganga, hvat verður innihaldið og hvussu megnar landsstýrið at fáa flest møguligar flokkar við.


TEY, sum kenna nýggju politisku søguna, vita, at Fólkaflokkurin hevur verið ein svíkur í øllum sjálvstýrismálum - líka frá 1946 og til í áttatiárunum. Tað, at fólkaflokkurin ikki vildi viðgera uppskotið hjá landsstýrinum í hesi vikuni, er helst aftur eitt dømi um, at Fólkaflokkurin tekur bara hálvhjartaður undir við ætlanini um føroyskt fullveldi.


ØLL, sum eru tilvitað um ríkisrættarligu støðuna, serliga við atliti til gongdina seinastu árini, ásanna, at neyðugt er við grundleggjandi broytingum. Spurningur um, hvat spjaldur verður sett á, skuldi ikki verið so týdningarmikil. Nú stendur Tjóðveldisflokkurin fyri arbeiðnum, og tí er natúrligt, at ætlanin fær heitið fullveldi. Skipaði Javnaðarflokkurin fyri, hevði verkætlanin helst havt heitið sjálvstýrislóg. Men væntandi er, at júst hesin spurningurin kann gerast avgerandi, tí tjóðskaparspurningurin hevur altíð verið ein kensluspurningur.


MEIRI grundleggjandi er spurningurin afturímóti, hvussu innihaldið verður. Sambært uppskotinum, so verða bara fá mál yvirtikin í fyrstu atløgu. Afturímóti skal ein nýggjur sáttmáli greitt siga, hvussu partarnir skulu virka saman, hvussu fíggjarliga býtið verður og hvussu eitt fullveldi - ella einar sjálvstýrandi Føroyar - skal skipast.


SKULU vit menna okkum meiri sum ein tjóð, so mugu føroyingar byggja upp eina størri ábyrgdarkenslu. Tað kunnu tey flestu helst semjast um uttan sambandssinnaðir føroyingar. Tí er neyðugt - í stigum sjálvandi - at byggja Føroyar upp sum eina búskaparliga eind, so vit í størri mun kunnu klára okkum fíggjarliga.


HENDA setning kann ein meiriluti í tinginum helst taka undir við, og fyri hesum er helst ein meiriluti í fólkinum. Men eitt má landsstýrissamgongan gera sær greitt, og tað er, at meiriluti er hvørki fyri loysing á løgtingi ella millum føroyskar veljarar. Og tí er týðningarmikið, um vit skulu koma víðari á sjálvstýrisleið, at flest møguligir flokkar taka undir við týðandi politiska arbeiðnum, sum er fyri stavn.