Fótbóltur
Seinastu vikuna hevur Jákup á Borg drigist við ein skaða í lærinum, og tað var hesin, sum noyddi hann av vøllinum eftir bara hálvum tíma leygardagin.
- Eg havi havt okkurt í baklærinum, og nú fór tað so ordiliga. Hatta var eitt ordiligt smekk, sum mann sigur. Eg havi eisini boðað frá hesum alt fyri eitt, so Jógvan Martin hevur tíð at taka ein nýggjan spælara í mítt stað, tí eg verði so undir ongum umstøðum til reiðar at spæla longu mikukvøldið, segði Jákup á Borg eftir dystin.
Seinasta tíman mátti Jákup so sita á beinkinum, og hann var sum vera man fegin um tað, sum liðfelagarnir avrikaðu.
- Hatta var heilt fantastiskt at uppliva. Tað er sjálvandi ræðuligt at sita á beinkinum, tá dysturin gongur soleiðis, men talan var um eitt fantastiskt liðavrik.
- Og so kann eg bara siga, at eg var akkurát farin undir brúsu, tá hinir fóru út til seinna hálvleik. So hoyrdi eg bara eitt øgiligt geyl, og so var bara at leypa út við handklæðnum fyri tí, sum ikki skuldi vísast.
- Sjálvandi var tað keðiligt, at teir javna alt fyri eitt. Men hetta var eitt framúr avrik og úrslit fyri okkum. Og eg kann bara siga, at eg eri errin vegna liðfelagarnar, segði Jákup á Borg.