Skattur
Grundleggjandi kunnu vit fegnast yvir, at skattainntøkan bæði seinastu árini er økt, og útlit eru fyri, at hon fer at økjast nakað aftur í ár. Fíggjarætlanin fyri 2001 var uppá 40.027.000 kr., fyri 2002 er hon 42.645.000 kr. og fyri 2003 er fíggjarætlanin kr. 43.902.000.
Lán:
Við tryggari skattainntøkum ber eisini til at minka um skuldina, og tað hevur eisini eydnast.
Við árslok 2000 var skuldin 113 mill., við árslok 2001 var hon 103 mill. og við árslok 2002 er skuldin 93 mill. krónur. Avdráttir eru umleið 9,7 mill., og rentuútreiðslur smáar 5 mill.
Tá lániavtalan, sum kommunan er bundin av, er úti við árslok 2005, er skuldin komin niður á umleið 64 mill krónur. Við øðrum orðum fer at bera til at lækka skuldina úr trimum skattaálíkningum og niður móti einari eftir fimm árum.
ÍLØGUR
Málið er, at allir borgarar eins og vinnuvirkir í kommununi skulu hava sóttreinsa vatn, og tí er neyðugt við einari støðugari útbygging av vatngoymslum. Nýggjur brunnur er tikin í brúk, og nýggj leiðing er løgd út til Drelnes.
Í 2003 er ætlanin at leggja rør frá vatnverkinum til samlibrunnar í Mannagjógvsá og Hvannagjógvsá.
Íløgur eru eisini gjørdar í Tvøroyrar Havn. Útfylt er við Delta og eystanfyri flakavirkið, og somuleiðis er ein skitsuætlan gjørd av einum nýggjum keikanti uttanfyri flakavirkið.
Í 2003 er ætlanin framhaldandi at útfylla á havnaøkinum. Grót fæst við at spreingja í grótbrotinum omanfyri kirkjugarðin, og hervið verða parkeringsmøguleikarnir eisini betri.
Økið eystanfyri kirkjugarðin er keypt til framhald av verandi kirkjugarði, sum skal víðkast í ár.
RAKSTUR
Skúlaøkið:
Seinastu árini hava skúlarnir støðugt verið viðlíkahildnir. Takið á gamla skúla er skift, og somuleiðis er arbeiðið at skifta takið á ítróttarhøllini og skúlanum í Trongisvági um at verða liðugt. Ymiskt viðlíkahald er eisini gjørt inni í skúlunum, men enn restar nógv í fyri at fáa gamla skúlan upp á eitt hóskandi støði, men hetta arbeiði heldur fram.
Tvøroyrar havn
Landingarøkið við flakavirkið er asfalterað, og somuleiðis er alt økið frá gestastovuni til uttara bátahyl nú eisini asfalterað.
Ljóssteyrar og autoverja, sum vóru á keiøkinum, eru tikin niður, og ein ljósmastur sett upp ístaðin. Hetta lættir nógv um koyringina við bingjum og trailarum
Bátahyljar og ídnaðarøki
Í bátahyljunum í Trongisvági eru nýggj el-skáp uppsett. Norðari innsiglingararmur skal umvælast, og ætlanin er, at økið eystan fyri hylin skal ruddast og planerast meira.
Í uttara bátahyli skal felagsdrátturin umvælast. Básar eru avmerktir á økinum, og skulu hesir kunna leigast av áhugaðum. Brúgvin á Hvítanesi, sum er ein av teimun seinastu træbrúgvunum í landinum, verður umvæld.
Eitt stórt øki í gamla grótbrotinum er rudda, men enn er eingin avgerð tikin um hvat økið skal brúkast til.
Vegir, kloakkir og renovatión
Nýggi vegur og vegastrekkið í Mýrudali er asfalterað.
Gongubreytin á ovara síðu á nýggja vegi verður liðugtgjørd, og somuleiðis verður gjørt klárt til gøtuljós, telefon og vatn.
Nógv asfaltarbeiði dregur út, tí kommunan vil hava kloakk- og vatnviðurskiftini í lagi áðrenn asfalterað verður av nýggjum. Hetta er fíggjarliga krevjandi arbeiði, og verður tí ikki møguleiki at umvæla tær stóru vegalongdirnar og kloakkir í senn.
Nøgdirnar av ruski bert vaksa. Hetta kostar nú kommununi meira enn 3 mill. kr. um árið. Ein bingja til papp er sett á bingjuplássið fyri at fáa meira skiljing, og ein kvørn er keypt til trø og runnar.
Almanna- og heilsumál:
Á barnaansingarøkinum eru eingin bíðilisti. Frítíðarskúlin hevur pláss til 20 børn.
Tannlækni er til barnatannarøkt burturav, og somuleiðis eru gomlu tannlæknahúsini sett í stand, har nýggjur tannlækni hevur leigað seg innar.
Peningur er settur av til eldrasambýli.
Ymiskt:
Bygningurin hjá kommunalu umsitingini er keyptur frá Føroya Banka.
Svimjihylurin hevur fingið nýggja ventilatión.
Viðalundin verðurhampað.
Sjálvandi er eitt og annað, sum ikki kemur við í hesa stuttu frágreiðing, men er tað okkara vón, at borgarin við hesum hevur fingið eitt innlit í tað, sum býráðið arbeiðir við.