Nýggjárshaldið hjá einum manni er nú endað við, at hann skal í fongsul í eitt hálvt ár fyri harðskap av serliga grovum slagi inni í einum bústaði í Havn.
Tað var nýggjársmorgun, at hann leyp á ein annan mann við einum stórum køksnívi, og skar hann so illa í aðra hondina, at fleiri fingrar fingu skaða, og tað er eisini vandi fyri, at álopni maðurin fær varandi mein. Vitni hava greitt frá í rættinum, at maðurin, sum er ákærd maðurin legði fleiri ferðir til mannin við einum stórum køksknívi, men hann helt hondina fyri andlitið og varð skorin í hondina.
Eftir ákæruritinum, og vitnum í málinum, var álopsmaðurin komin til ilnar við ein annan mann, men fór inn í køkin eftir einum stórum køksknívi. Tá ið hann kom út aftur, fjaldi hann knívin aftan fyri ryggin og hann ætlaði hann sær eftir manninum, hann var komin til ilnar við. Men maðurin, sum var álopin, fór upp ímillum, og hann noktaði at flyta seg, og so varð hann álopin ístaðin.
Ákærdi varð settur í varðhaldi, men alla tíðina noktað seg sekan, tí hann sigur, at hann minnist einki frá hendingini. Men rætturin sigur, at tað er skerpandi fyri revsingina, at hevði álopni maðurin ikki vart fyri við hondini, er vandi fyri, at hann hevði verðið raktur í andlitið ella í hálsin. Tað er eisini skerpandi fyri revsingina, at vandi er fyri, at álopni maðurin fær varandi mein í hondina av sárinum, hann fekk.
Maðurin varð eisini ákærdur fyri at ætla at leypa á mannin, hann kom til ilnar við, men rætturin heldur, at tað er ikki prógvað, hvat hann í roynd og veru ætlaði sær við knívinum, og tískil varð hann fríkendur fyri tað.
Niðurstøðan varð, at maðurin varð dømdur í fongsul í seks mánaðir og hann skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.