Hóma ein møguleika í korona-kreppuni

Nú grindin er friða, vóna tey at teysleppa at merkja nakrar hvalir ístaðin

Nú vit ikki sleppa at halda grind til í Føroyum fyrr enn korona-kreppan er av, vóna vit at vit fáa eina grind, vit kunnu merkja ístaðin.

Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Søvnum Landsins, har hann serliga fæst við grind, og hval, sum heild.

Hann sigur, at teir eru altíð klárir at merkja grind, og nú vit ikki sleppa at halda grind til kortini, vónar hann, at líkindini vera fyri at sleppa at merkja eina ístaðin.

Hann heldur, at tað eigur at bera væl at merkja eina grind, uttan at bróta almennu korona-tilæmini um frástøðu og um, hvussu nógv vit skulu vera saman.

– Vit skulu vera eini 10-15 mans, so tað átti at gingið, leggur hann afturat.