Hópdráp var hevnd

Fyrrakvøldið avdúkaðu póllendingar ein minnisvarða til minnis um teir umleið 22.000 póllendingarnar, sum russiska loyniløgreglan beindi fyri í Katyn-skóginum í 1940. Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, var við til avdúkingina, og har viðurkendi hann, at tað var sovjetski einaræðisharrin Josef Stalin, sum gav boð um hópdrápið.

Nakrar tímar seinni broytti Putin orðalagið eitt sindur. Nú segði hann, at Stalin uppfataði hópdrápið í Katyn-skóginum sum hevd fyri, at 32.000 russiskir hermenn doyðu í fangalegum í Póllandi í 1920.