Fótbóltur
Útvarpsmaðurin segði tað so rámandi sunnukvøldið, tá hann skuldi taka saman um dystin í Gundadali millum HB og GÍ. »Tað besta við dystinum var, at hann endaði«, og tað sigur nokk tað allar mesta av tí, sum var at siga um dystin.
Ikki tí. Bæði HB og GÍ hava seinastu nógvu áriini verið ímyndin av nakað av tí besta, sum føroyskur fótbóltur hevur at bjóða, og tó gøtumenn ikki eru so ovarligir í ár, sum teir ofta hava verið, so hevur liðið til tíðir borið um, at teir framvegis duga at spæla fótbólt.
Vindurin og HB trýstu
Men størsti trupulleikin sunnudagin mundi vera, at veðrið als ikki var til fótbóltsspæl. Gjørt varð kortini av, at dysturin skuldi spælast, og so var bara at fara ígongd.
Vindurin, sum sjáldan hevur verið meira í Gundadali, var fyri steðgin við HB, og hetta førdi eisini eitt støðugt trýst oman móti GÍ málinum við sær. Fleiri hornaspørk spurdust burturúr, og við einum av hesum eydnaðist Jákupi á Borg og vindinum í felag at beina bóltin beinleiðis í kassan.
Um miðjan hálvleikin økti Hallur Danielsen til 2-0, tá GÍ verjan ikki fekk ruddað rættiliga burtur, og so mundu tey flestu halda, at meistararnir enn einaferð vóru á sigurskós.
Reytt til málverjan
Men kósin varð skeiklað nakað stutt fyri steðgin. Bárður Johannesen í HB-málinum misti snøgt sagt høvdið, tá hann og Adam Paluszek lupu eftir einum høgum bólti. HB-málverjin átti fríspark, men í hevnisøku sparkaði hann eftir GÍ-áleyparanum, og so var tað march-ordri til HB-málverjan.
Hetta gav HB liðnum nakrar trupulleikar. Ikki minst úti á beinkinum, har gerast skuldi av, hvør nýggi maðurin í málinum skuldi vera. Pól N. Joensen var á beinkinum, men hann var ikki heilt væl fyri, og endin av øllum bleiv, at Heine Fernandez setti seg sjálvan í málið. Hann hevði annars undan vikuskiftinum boðað frá, at hann ikki skuldi aftur á vøllin hetta kappingarárið, men sum kunnugt, so eru støður til fyri at broytast, og soleiðis varð eisini hesaferð.
Og so lá betri fyri hjá GÍ. Við nýggja »málverjanum« í huga fekk GÍ betri hug at royna seg frameftir, og stutt fyri steðgin eydnaðist Hans Paula Petersen at minka um munin, tá Heine ikki fekk vart fyri einum skoti frá gøtumanninum.
GÍ fekk stig
Eftir steðgin ressaðist HB tó nakað. Eina løtu var vindurin ikki heilt so nógvur, og hóast HB var í numeriskum undirluta, so vóru teir leikliga við yvirlutan, og tað eydnaðist teimum eisini at økja til 3-1, tá Heðin av Lakjuni slapp at gera sær dælt av misskiljing í GÍ-verjuni.
Móti endanum fekk GÍ tó aftur fatur um rætta endan, og við tveimum málum megnaðu teir at fáa stig burturúr. Ein skuldi annars hildið, at ein av dygdunum hjá HB-málverjanum var at sparka bóltin, men ta einu ferðina eydnaðist honum tó ikki at fáa útspark nóg langt niðan, og so kundi Poul Arni Jacobsen smekka til. Og lítla løtu seinni gjørdist 3-3, tá Adam Paluszek dygst undir málinum kundi stúta GÍ upp á javnt.
Hampuligt hjá báðum
Soleiðis fingu báðir partar eitt sindur úr dystinum. Fyri GÍ mundi tað hóast eisini kennast hampuliga gott, at teir á útivølli megnaðu at fáa stig móti meistarunum. Nakað sum annars bert KÍ hevur megnað í ár.
Og hóast heimaárið soleiðis ikki endaði við sigri, so er ein javnleikur betri enn tap. Og serliga við 10 monnum mundi tey í HB tí kenna, sum var dagurin ikki heilt spiltur.
Nú kann HB so gera seg til seinastu ferðina á árinum. Hon gongur til Runavíkar, og í viðførinum fara HB?arnir tá at hava FM-steypið. Hetta verður tó seinastu ferð, at steypið verður tikið úr húsinum, tí eftir handanina hesaferð eigur HB nevnliga steypið til ognar, og so noyðast tey hjá Føroya Bjór helst enn einaferð at bíleggja nýggjar silvurlutir.