Dorothea Puente, sum átti eitt pensjónat í Sacramento, varð dømd fyri at hava myrt fleiri av leigarum sínum. Nú er hon deyð í einum statsfongsli í California. Myndugleikarnir upplýsa, at Dorothea Puente er deyð í kvinnufongslinum, Chowchilla í California, 82 ára gomul.
Hon varð ákærd og dømd fyri níggju morð og fekk ein dóm upp á millum 15 ár og lívstíð fyri óviljað mansmorð.
Myndugleikarnir fyri californisku fongslunum siga í einari fráboðan, at hon doyði av náttúrligum ávum. Einki verður meiri sagt í fráboðanini.
Dorothea Puente varð í 1993 dømd fyria t hava myrt Leona Carpender, Dorothy Miller og Benjamin Fink, øll leigarar í pensjónatinum hjá heni.
Eitt nevningating samdist ikki um at døma Puente fyri hini seks drápini, sum hon stóð ákærd fyri.