Átta av starvsfólkunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar eru uppsøgd. Henda minking av starvsfólkum er í tráð við ta strategiætlan, sum leiðsla og nevnd í felagnum hava arbeitt við, nú nógvar nýggjar avbjóðingar standa fyri framman eitt nú í sambandi við nýggja tryggingarlóg, sum løgtingið er um at seta í verk. Síðani 1. juni hevur tryggingarfelagið minkað um starvsfólkatalið við tilsamans 15 fólkum, sum svarar til 13% av øllum starvsfólkahópinum. Hini sjey er farin sjálvboðin. Í dag arbeiða umleið 100 fólk hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.
Edvard Heen, stjóri leggur dent á, at uppsagnirnar eru í tráð við tær sáttmálabundnu reglur, sum eru galdandi, og at øll starvsfólkini, sum eru uppsøgd, eru kunnað um hetta samsvarandi hesum reglum. Hann leggur stóran dent á, at uppsagnirnar ikki eru ein avleiðing av ónøgd við starvsfólkini, men hetta kemst av broytingum í verandi bygnaði og teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.,
Og tung
-Vit eru vorðin ein ov tung fyritøka og hava havt reyð tøl á botnlinjuni av tryggingarvirkseminum í fimm ár, og henda gongdin kann ikki halda fram. Fyri at venda gongdini, hevur tað verið neyðugt neyvt at gjøgnumganga rakstrarúrreiðslurnar í felagnum, við tí fyri eyga at tryggja ein kappingarføran rakstur. Felagið hevur tí, aftaná at eftirmeting er gjørd av bygnaðinum og rakstrarútreiðslunum, funnið tað neyðugt at minka um talið av starvsfólkum. Vit eru noydd til at gera rationaliseringar og broyta bygnaðin, soleiðis at hann samsvarar við gongdina í samfelagnum. Edvard Heen sigur, at nýggja strategiin snýr seg um at fara frá einum meira fyrisitingarligum bygnaði til ein meira kundarættaðan bygnað. Tvs. at tey fara at menna sølu- og marknaðardeildina við tí fyri eygað at koma skjótari, betri og lættari út til kundan. At fáa ein meira nøgdan kunda.
EDV-parturin
Hetta er sjálvandi ein tilgongd, sum fer at taka tíð, men vit síggja, at vit mugu leggja okkum meira eftir sølu- og marknaðarpartinum heldur enn tí fyrisitingarliga. Nýggja tøknin ger hetta so eisini møguligt. Tryggingarfelagið hevur gjørt stórar íløgur í EDV, har man er farin frá at brúka fleiri ymsar tryggingarskipanir til bara at brúka eina ella so. Vit umhugsa so eisini at minka um talið av EDV-veitarum, har talan higartil hevur verið um ikki færri enn seks ymiskar við danska BEC sum høvuðsveitara.
Edvard Heen heldur sjálvur, at nýggja tryggingarlóggávan fer at geva møguleika fyri at skapa meira dynamikk, og tað er hetta, sum fyritøkan nú gierar seg til bæði hvat víðvikur innlendis- og útlendis kappingini. –Sjálvandi er tað svárt at skula siga fólki upp, sum hava gjørt eitt gott arbeiði, men av tí at starvsfólkaútreiðslurnar viga so nógv, eru vit noydd at fremja rationaliseringar har.
Frá monopolstøðu
Gunnar í Líða, forstjóri og sum hevur starvast í felagnum í mong ár, sigur, at stigini teir hava tikið eru ein náttúrlig fyglja av, at man er farin frá eini monpolstøðu til eina kappingarstøðu, har eisini ein onnur fyritøka er. Sum er er duopol við hesum báðum fyritøkum, men tá nýggja tryggingarlógin kemur í gildi, kunnu aðrar tryggingarfyritøkur koma inn á marknaðin umframt at føroyskar fyritøkur kunnu fara út um landoddarnar. Alt hetta setir bæði størri og nýggj krøv til fyritøkuna sigur Gunnar í Liða við Sosialin.
Tað er eingin loyna, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið ómetaliga óheppið í seinastuni við eitt nú eldskaðum umborð á Hercules og Athenu. Báðir tryggingarstjórarnir siga við ein munn, at hesir skaðar eru ikki orsøkin til uppsagnirnar.