Hópur av tiltøkum í Sunda kommunu

Tað hevur ikki verið neyðugt hjá fólki í Sunda kommunu at keða seg í hesum árinum. Nógv tiltøk hava verið á skránni, og helmað verður ikki í fyrr enn 28. juni

Vártiltøk

Í Sunda kommunu eru fleiri feløg, bæði ítróttarfeløg, ungmannafelag, og har eru eisini skótar, umframt bókasavnsnevnd og kirkjuráð.
Bæði børn og vaksin eru limir í hesum feløgum, og nógv eru sjálvsagt limir í meira enn tí eina felagnum.

Varpa ljós...

Uppundir endan av seinasta ári tóku fólk í kommununi stig til at "varpa ljós á kommununa...", sum tey rópa tað.
Á fundi varð avgjørt at seta eina nevnd við einum umboði úr hvørjum av hesum feløgum, nevndum og ráðum, og Sunda kommuna fekk tvey umboð í nevndina.
Umboðini hjá kommununi eru tvær kvinnur, Thordis Dahl Hansen og Hansina Johannesen.
Endamálið hjá nevndini var at savna saman ymisk "vártiltøk" í eina skrá, sum røkkur heilt fram til jóansøkubálið, ið Sunda Róðrarfelag skipar fyri við bátahylin á Oyrabakka, 28. juni.
Jóansøkubálið er eitt afturvendandi tiltak hjá róðrarfelagnum. Her plaga tey eisini at selja pylsur og búffar, eins og børnini sleppa at ríða á hestbaki.

Drúgv skrá

Tiltøkini í Sunda kommunu byrjaðu longu í januar, tá ið Freydis Poulsen í barnaskúlanum á Oyrabakka greiddi frá brotum úr Norðskála søgu.
Í februar helt Knút Simonsen fyrilestur um streym og sjóvarfall, og aftur í februar greiddi Freydis Poulsen frá brotum úr Svínáar søgu.
Skipað hevur eisini verið fyri bingo, barnadansi, dansi, føroyskum dansi og føstulávintstiltaki.
Lestur var í Norðskála kirkju, 5. mars, og føstugudstænasturnar eru eisini við í skránni.
Vikuskiftið, 8. og 9. mars, var stór talvkapping í Eydnuni, har allir luttakararnir fingu skreytblað sum minnið um, at teir vóru við í kappingini.
Í dag, 20. mars, fer Freydis Poulsen aftur at greiða frá. Hesaferð fer hon at siga frá brotum úr Oyra søgu.
Sunnudagin, 23. mars, verður judokapping og framsýning av judo í Felagsskúlanum á Oyrabakka.

Gallaveitsla

29. mars er eitt serstakt og sera áhugavert tiltak á skránni; tá verður gallaveitsla í Eydnuni. Hetta verður ikki nøkur vanlig veitsla, men ein veitsla við rættiligum "stíli" yvir sær.
Birgir Enni verður kokkur, og hann fer at borðreiða við alskyns sjógæti úr Sundalagnum, eitt nú fiski, skeljum, rækjum, hummara og øllum tí, sum annars er hugsandi at finna í Sundalagnum.
Við sær hevur Birgir ein vinmann úr Íslandi, sum eisini er kokkur og eigur matstovu í Reykjavík
Um kvøldið verður dansur, har GHM fer at spæla.
Atgongumerkini kosta 250 krónur og kunnu keypast fram til, 22. mars. Avmarkað atgongd er til hesa forkunnugu og spennandi veitslu, so skilagott er hjá teimum, ið ætla sær at verða við, at keypa sær atgongumerki sum skjótast.
Ætlanin er at fáa nøkur ung úr kommununi at skipa fyri skemti á gallaveitsluni.

Onnur tiltøk

Vikuskiftið, 5. og 6. apríl, verður packwork-framsýning í skótahúsinum á Oyri. Her fara nakrar kvinnur, ið hava gjørt pack-work lutir, at sýna fram tað, sum tær hava seymað burtur úr ymiskum snøklum av toyi.
Í døgunum, 11.-16. apríl, verður teldutreff í Eydnuni á Oyrabakka. Tá kann ein og hvør, sum hevur hug, taka telduna í bilin ella trillubøruna og seta hana upp í Eydnuni til spæl, chatt og alt tað, ið hugsast kann.
Flaggdagshald verður, 25. apríl, har skótaliðið, Knúkur, skipar fyri. Skikka veðurgudarnir sær væl, verður tiltakið úti. Annars verður tað í eydnuni á Oyrabakka.
Ætlanin er at hava eina listaframsýning, 3. og 4. mai, í skálanum í barnaskúlanum á Oyrabakka. Málið er at fáa fólk, sum arbeiða list í kommununi, at sýna fram.
12. mai verður musikandakt í kirkjuni á Norðskála. Kór Glyvra kirkju fer at syngja undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð, presti. Emil Olsen, prestur, verður eisini við.
Heldur veðrið sær, verður ein stórur marknaðardagur á skúlaplássinum við Felagsskúlan, 16. mai, har ymiskir lutir verða seldir. Viðrar ikki, verður marknaðurin í Eydnuni í staðin.
Seinastu tiltøkini í hesum umfarinum verða 17. mai, tá ið Sunda Byrsufelag fer at skipa fyri skjótikapping og 28. juni, tá ið Sunda Róðrarfelag skipar fyri jóansøkubálinum.

Kórvenjing

Hvørt týskvøld, síðan skráin yvir vártiltøk í Sunda kommunu fór av bakkastokki, hevur kórvenjing verið í barnaskúlanum á Oyrabakka.
Venjingarnar byrjaðu, 4. februar, og tað er Hans olivur Joensen, sum er ættaður úr kommununi, men býr í Havn, ið hevur tikið sær av hesum.
Sum skilst, hevur hetta tiltakið fingið rættiliga góða undirtøku.
Ætlanin er, at kórið skal framføra sang á flaggdagshaldinum, 25. apríl, og møguliga á gallaveitsluni, 29. mars.