Sportsnight
Talan er sum so um nýtt fyribrigdi í Føroyum. Aðra staðni hevur tað í fleiri ár verið vanligt at skipað fyri kappingum í teimum sonevndu bar-sports. Men her heima hevur hetta ikki verið serliga vanligt. Einamest, tí tað ikki hevur verið nakað stað, har fleiri av kappingargreinunum í hesum hava verið savnaðar.
Á Cippo fevndu kappingarnar um borðfbólt, airhocky og pool, men hvør veit, um ikki dart, backgammon ella kanska ein sports-quiz eisini fara at koma á skránna í næstum.
40 mans um borðini
Í øllum førum má staðfestast, at undirtøkan fyri kappingunum var rættiliga góð. Tað var ikki fyrr enn mikukvøldið, at boðini um hetta komu alment út, men hóast stutta skotbráðið, so vóru á leið 40 mans (eingin kvinna var at síggja), sum høvdu teknað seg.
Klokkan 20 fóru so fyrstu dystirnir ígongd, og so var bara at koyra á. Spenningurin var øgiligur í fleiri førum, tá luttakararnir við sveittabroti stríddu seg fram ígjøgnum cup-skipanina, sum var galdandi hetta kvøldið.
Rópini høvdu til tíðir hug at harðna, tá tað ikki gekst eftir vild, og onkra tíð mundu eiðirnir eisini fara sendandi gjøgnum luftina. Hvussu var og ikki, so eydnaðist spakuliga at finna fram til finaluluttakararnar. Og sum so var talan um meira enn bara ein dyst, tá finalurnar stóðu á skránni. Umframt vinningarnar til hvørt kvøldið sær, sum Føroya Bjór, Heineken og Sports-Master lata, er eisini ein enn størri høvuðsvinningur. Nevnliga ein fótbóltsferð til Champions League-finaluna. Tann vinnarin verður tó ikki funnin, fyrr enn øll ítróttarkvøldini eru av.
Finalurnar í borðfótbólti og air-hockey vórðu annars skipaðar soleiðis, at spælt varð best av trimum. Í pool varð talan bert um tann eina dystin, tá hetta jú er ein kapping, har dystirnir gjarna taka nakað longri tíð.
Men fram til tá, er lítil ivi um, at spenningurin verður í hæddini hóskvøld á Cippo.