Hørð kapping í oddastríðnum

Bara tvey stig skilja fýra tey fremstu liðini í Effodeildini. Oddaliðið EB/Streymur hevur góð kort í hondini við at møta botnliðnum á heimavølli, meðan KÍ aftur hesaferð skal spæla toppdyst. Hann verður í Fuglafirði og kann senda tapandi liðið afturúr.

Longu í kvøld, tað er fríggjakvøldið, tekur HB heima í Gundadali ímóti Víkingi. Hesin dysturin byrjar kl.18.
HB hevur fyribils vent gongdini við tveimum sigrum á rað. Eftir trygga 4-1-heimasigurin ímóti TB bleiv tað til ein tepran 2-1-útisigur ímóti B68 síðsta vikuskifti. Hetta vóru bæði lið, sum liggja undir HB á stigatalvuni, so dysturin ímóti Víkingi verður á tann hátt ein próvtøka.
Vinnur HB dystin, so hava teir av álvara aftur limað seg inn í odda­stríðið og eru í tí føri bara tvey stig aftanfyri Víking. Hjá Víkingi hevur gongdin verið alt ov óstøð­ug seinastu umførini, og eftir summar­steðgin gjørdist tað til eittans stig í fyrstu tveimum roynd­unum. Uppreisn fingu teir tó so dánt síðsta vikuskifti, tá ið teir á heima­vølli vunnu tepurt 1-0 ímóti einum skerdum TB-liði.
Hetta vitnar ikki um nakað serliga gott, so sigast kann, at bæði lið­ini í Gundadali skulu vísa sína sonnu styrki.

Meistararnir ikki ráð at tapa
Eftir eina annars so góða gongd er tað farið at ganga hinvegin hjá TB, sum eftir seks dystir á rað uttan ein sigur nú er dottið niður um niður­flytingarmarkið. Lemjandi ósigrar er tað vorðið til eftir summar­steðg­in ímóti bæði Kí og HB, men í Sarpu­gerði síðsta umfar vóru teir um at fáa stig burturúr, men taptu at enda 0-1. Tá vóru Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Gilli Sørensen ikki við vegna leikbann, men teir eru altso við aftur nú.
B36 er ósigrað eftir summar­steðgin, har teir løgdu út við einum javnleiki í Streymnesi og síðani hava vunnið 5-1 og 2-0 á ávikavist NSÍ og FC Suðuroy. Spurningurin er, um meistararnir ikki hava ver­ið ein sovandi bjørn, sum nú er vaknað. Tó mugu teir vera ein leik­bannaðan Jákup á Borg fyri uttan, og hava teir – eftir eina alt ov laka kappingarársbyrjan – neyvan ráð til annað enn trý stig fyri at halda samband við oddan.

Oddaliðið stórfavorittur
Greiðasti favoritturin hetta um­farið er EB/Streymur, sum heima í Streym­nesi fær vitjan av vónleysa FC Suðuroy. Vágbingar royna framvegis eftir sínum fyrsta sigri í Effo­deildini, men tað verður
neyvan í Streymnesi, at tað skal hepnast. Hetta er sanniliga
toppur ímóti botni. EB/Streymur
er nevniliga nýtt odda­liði,
meðan FC Suðuroy fram­vegis er aftast.
Seinast hesi bæði liðini hittust í Streymnesi var 15. apríl. Tá vann EB/Streymur dystin 3-0.
Ein kundi útgreiða nógv hagtøl hvussu illa stendur til hjá FC Suðuroy, men lat okkum bara tríva í eitt: teir skora júst eitt mál triðja hvønn dyst!

Botn- og grannauppgerð
Á Svangaskarði verður granna­upp­gerð ímillum B68 og NSÍ. Bæði liðini eru beinleiðis hótt av niðurflyting.
B68 hevur havt ilt við at fáa spælið og serliga málskjótingina á glið í ár, meðan NSÍ hevur havt góðar løtur inn ímillum, men - hóast góðan styrk í summarsteðginum – nú av álvara hevur haltað. Fyri hálv­um øðrum mánaða síðani hitt­ust hesi liðini í Runavík, og tá vann B68 dystin 2-0.
Oftast hava grannuppgerðirnar á Svangaskarði og í Runavík verið tættar og spennandi, og nú bæði liðini stríðast fyri lívinum í deildini, verður instensiteturin væntandi heilt í topp.

KÍ aftur í oddadysti
Heima í Fuglafirði fær ÍF vitjan av KÍ í enn einum oddadysti. KÍ stóð als ikki royndina í einum odda­braki í heimadystinum á Summar­festivalinum ímóti EB/Streymi, har teir taptu 1-3, og tapa teir henda dystin í Fuglafirði, so er myndin í oddanum heilt broytt og kann KÍ dragna nógv í mun til tann odda­sess, teir høvdu herfyri.
ÍF hevur ikki tapt í fimm heima­dystum á rað, og verður tað neyv­an lætt hjá klaksvíkingum at fáa øll trý stigini við sær. Helst fara klaks­víkingar eftir øllum trimum stigunum, men eitt stig er neyvan nøkur vanlukka. Dysturin í odd­anum sera tættur og øll stigini hava nógv at siga.