Hørð kapping um upsa

Í seinastuni hava partrolarar fingið rættiliga góðan prís fyri upsa, og Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna, sigur, at skipini hjá teimum hava fingið einar 8,50 krónur í miðal fyri kilo, sum má sigast at vera rættiliga góður prísur á upsa

FISKAPRÍSIR

Nú útboðið á upsa hevur verið so lítið, sæst hetta eisini aftur á upsaprísinum. Fiskiskapurin er skiftandi, men hevur verið heldur svikaligur yvir eina longri tíð. Menn høvdu vónað, at veiðan fór at gerast betri, sum tað leið út á heystið, men framvegis er veiðan ógvuliga misjøvn. Summir túrar eru hampiligar góðir, og skip fáa uppí, tá tey raka á, meðan aðrir túrar miseydnast. Viðhvørt eru tað somu skip, sum gera góðar túrar, sum so túrin eftir gera ein bummtúr.
Tey virkir, sum serliga keypa og virka upsa, eru Faroe Seafood, Kósin og Delta Seafood, sum um Sandoy Seafood hevur sína upsaframleiðslu í Skopun.
TG Seafood í Hvalba virkar eisini nógvan upsa, men í Hvalba er ein lutfalsliga stórur fiskifloti, sum syrgir fyri meginpartinum av ráfiskinum, sum verður virkaður á virkinum har.

Ikki ótryggleiki
Vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava fyri tað mesta lagt veiðina upp til Faroe Seafood í Vestmanna, men í seinastuni hevur reiðaríið selt veiðina hjá øðrum skipinum til Kósina í Klaksvík.
Higartil hava bæði skipini tó ikki landað í Klaksvík í senn.
Tummas Christophersen, reiðari í Vestmanna, sigur, at upsaprísurin hevur verið góður í seinastuni.
Hann vísir á, at skipini hjá teimum hava fingið í miðal einar 8,50 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera góður upsaprísur.
Vit spurdu eisini reiðaran, um tað, at annað av skipunum hevur selt veiðina til Kósina í Klaksvík, hevur nakað við møguligan ótryggleika um avrokning frá Faroe Seafood at gera, men tað heldur hann ikki.
- Vit selja veiðina, har vit fáa mest fyri fiskin, og eg haldi ikki, at hetta hevur nakað við órógvið um Faroe Seafood at gera, sigur reiðarin í Vestmanna.

Misjøvn veiða
Tummas Christophersen sigur tað sama, sum fiskimenn kring landið annars siga um upsaveiðina í løtuni.
- Veiðan er misjøvn. Summir túrar eydnast væl, og aðrir eydnast minni væl, leggur hann aftrat.
Í fleiri ár hevur upsaveiðan annars verið rímiliga góð, og líkt er til, at eitt nú partrolaraflotin ikki rættiliga hevur vant seg við, at upsaveiðan er vorðin meiri skiftandi.