Hørð mótmæli í Kairo

Fólk í túsundatali mótmæla í kvøld uttan fyri forsetaborgina í Kairo, og tey seinastu tíðindini siga, at Mohamed Mursi, forseti, er rýmdur av borgini. Tíðindini stava frá keldum á skrivstovuni hjá forsetanum.

Uttanfyri rópa fólk ókvæmisorð eftir forsetanum, sum tey leggja undir at hava gjørt seg til einaræðisharra, og tað ljóðar, at mótmælisfólk hava brotið seg inn um girðingina kring forsetaborgina.

Løgreglan hevur brúkt táragass, og tíðindastovurnar siga, at átta fólk hava fingið skaða.

Sambært Reuters eru tað millum annað kristin, frælslynt og sosialistar, sum mótmæla framferðini hjá Mohamed Mursi.