Hørður: B36 hevði yvirtakið í dag (FM1)

(FM1) Hørður H. Askham hjá HB viðgongur, at grannarnir vóru tað klókari liðið sum hann málber seg aftaná javnleik 0-0 móti B36

##med2##

- Eg haldi B36 hevur yvirtakið í dystinum. Teir renna betri enn vit, og teir vinna fleiri nærdystir. Teir eru klókari enn vit í dag.

Soleiðis tekur Hørður H. Askham hjá HB vónbrotin samanum 0-0 javnleikin móti B36 á heimavølli á Tórsvølli fyrr í dag.

- Vit eru har sum vit eiga at vera á stigatalvuni, staðfestir Hørður H. Askham.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við Hørð H. Askham aftaná dystin á Tórsvølli. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík. 

(Samrøða: Hørður H. Askham)