Talv
Í miðal er ratingmótstøða Flóvins í vælmannaða Norðurlandameistaraskapinum, sum verður telvað í Århus, 2516. Átta stórmeistarar, tveir altjóða meistarar og ein Fide-meistari, eins og føroyingurin sjálvur er, eru mótstøðumenn Flóvins. Hesin seinasti nevndi tittul, kann ein fáa sær, um ein er farin uppum 2300 í altjóða rating.
Væntaða samlaða skoran hjá Flóvini er eitt vet omanfyri trý stig av teimum ellivu umførunum. Ein serlig ratingskipan roknar væntaðu skorurnar út.
Higartil hevur Flóvin einans eitt hálvt stig, sum hann vann sær í fimta umfari ímóti GM Lars Schandorff úr Danmark. Tað er tó ikki so óvæntað at so fá stig eru fingin til høldar, eftirsum mótstøðan gjøgnum alla kappingina er krútsterk. Men mátin Flóvin hevur tapt nøkur talv uppá, eru tekin um at soltna úrtøkan má hava órógvað Flóvin. Hann hevur leikt heldur stórar feilir, oftani í byrjanarspælinum, og tað er als ikki eyðkent fyri havnarmannin, ið er næstfremstur á føroyska ratinglistanum. Tað er nú heldur einki tespiligt at vera í mótvindi, og sjálvsagt ávirka fleiri tap ein telvara á ein ella annan hátt.
Nakrir glottar hava tó verið. Hann leikti eitt gott talv móti danska stórtalentinum IM Davor Palo, hevði minst javna støðu djúpt inni í talvinum, men mátti kortini loksins lúta. Sunnudagin telvaði Flóvin seg til fyrimun í miðspælinum móti GM Einar Gausel úr Norra, men varð óneyvir eitt skiftið, sum Gausel útnyttaði til at venda rákið í talvinum.
Javnleikurin í fimta umfari móti GM Schandorff mundi koma væl við, og varð tað eisini væl uppiborið. Flóvin útnyttaði við svarta fólkinum ein lítlan feil í byrjanini hjá dananum, sum tískil var sinnaður at takka ja til javnleikin.
GM Hansen vælleikandi
Eingin ivi er um hvør er favorittur at verða NM 2003, nú tað restar trý umfør í kappingini. Eftir óvæntaða tapið í fyrsta umfarinum móti Helga Olafsson, hevur 39 ára gamli Curt Hansen telvað sum ein brandur. Serliga talvið móti FM Lehtinen, sum longu eftir sjey talvum hevði tryggjað sær IM-norm, varð vælleikt, og er tað við í blaðnum í dag.
Aðrir sum liggja framvið, eru sviin Evgenij Agrest og íslendski Helgi Olafsson. Veteranurin Olafsson hevur serliga yvirraskað við frískari álopstelving og tykist væl sterkari enn síni 2498 ratingstig. Finski Lehtinen hevur sanniliga eisini víst tenn og er hann hóast tapið móti Curt enn við í oddinum, og hevur sagt longu tryggjað sær ein IM-norm.
Trý umfør resta í. Kappingin endar mikudagin.
Støðan eftir 8. umfar
GM C. Hansen (2618), DK. 6,0
GM Agrest (2605), Svø. 5,5
GM Olafsson (2498), Ísl. 5,0
FM Lehtinen (2362), Fin. 4,5
GM Hector (2538), Svø. 4,5
GM Stefansson (2560), Ísl. 4,5
GM Gausel (2533), Nor. 4,0
IM Palo, (2510), DK. 4,0
GM Schandorff (2525), DK 3,5
GM Kallio (2471), Fin. 3,0
IM Lie (2440), Nor. 3,5
FM Flóvin Tór Næs (2330) 0,5
Flóvin kann ávirka toppin nógv, við at hann í seinastu tveimum umførunum hittur oddamennirnar Hansen og Agrest. Tað hevði verið stuttligt um Flóvin í hesum talvum gjørdi ein vørr, sum somuleiðis vildi bjargað kappingini hjá honum. Møguliga finnur hann aftur sína innaru orku fram, samstundis sum sterku stórmeistarnir kanska taka uppgávuna móti Flóvini ov lætta.
Í níggjunda umfari, sum bleiv telvað eftir evstamark, møtti Flóvin sterka álopstelvaran og stórmeistaran Jonny Hector. Sostatt tríggjar torførar uppgávur hjá Flóvini í endaspurtinum.