Hýruvognsførari myrdi 11 fólk

Bretar eru skelkaðir, eftir at ein hýruvognsførari skeyt mammu sína og 10 onnur fólk og særdi minst 25 onnur í Cumbria í útnyrðingspartinum av Onglandi í dag. Byrsumaðurin, tann 52 ára gamli Derrick Bird, varð funnin deyður í einum skógi seinnapartin. Løgreglan sigur, at ein byrsa lá undir liðini á honum.

Bretska løgreglan veit ikki, hví hýruvognsførarin bleiv frá sær sjálvum og fór at skjóta frá hond út ígjøgnum bilrútin, og løgreglan hevði úr at gera við at ávara fólk um at leita sær skjól.

Tey, sum kendu Derrick Bird, skilja ikki, hvat fekk hann til at skjóta tilvildarlig fólk.

-Hann var ein ógvuliga friðarligur maður. Okkurt má vera hent, sum hevur gjørt hann púra sansaleysan, sigur ein kenningur hansara við Sky News.

Hópdráp av hesum slagnum eru sera sjáldsom í Bretlandi, har eftirlitið við skotvápnum er sera strangt. David Cameron, forsætisráðharri, segði í dag, at málið skal kannast til botns, og at hann hevur biðið um at fáa eina frágreiðing longu í morgin.