Hárviðgerð og húðrøkt á sama staði

Mánadagin í farnu viku lat 25 ára gamla Tina Rasmussen upp eina vakurleikaklinikk í hølinum, har Salong Afrodite heldur til, so nú letur tað seg gera at fáa bæði hár og húðrøkt á sama staði í Klaksvík. Sosialurin hevur verið til eitt lítið prát, nú góð vika er farin, síðani hon lat upp

Klaksvík:
Tá Sosialurin kemur á gátt hendan kalda og gráa morgunin, verði eg víst inn í eitt ljóst og hugnaligt høli. Mitt á gólvinum stendur ein stólur og eitt tað fyrsta, ein hugsar um, er tann fríski lukturin, sum er inni. Hølið er ikki stórt, men tað er sera hugnaligt og ein kennir seg beinanvegin væl til passar. Á eini hyll standa nógv ymisk produktir av merkinum Living Dimension. Hetta er eitt merki, sum kemur úr Eysturríki
Tina Rasmussen er í læru sum medesinskur kosmetologur. Hetta er ein útbúgving, sum hon tekur um internetið og gjøgnum brævskeið. Tina greiðir frá, at útbúgvingin tekur umleið trý ár, og at hon eisini fer niður onkur vikuskifti á skeið, sum liður í útbúgvingini.
- Tá hittast vit, sum byrjaðu í senn, sigur Tina.
- Vit eru seks, sum byrjaðu. Tað er bara eg úr Føroyum, greiðir hon frá. Hetta at kunna taka hesa útbúgvingina um internetið er ein nýggjur møguleiki, so tey fimm og Tina eru tey fyrstu, sum eru farin í holt við hetta.
Tina heldur, at hon hevði hug at undirmeta hesa útbúgvingina.
- Eg veit ikki, men eg hugsaði bara kosmetolog, tú veitst, akkurát sum um tað ikki er so ræðuliga nógv, men har fór eg sanniliga skeiv. Tað er sera strævið at arbeiða og lesa samstundis, sum ein skal taka sær av familjulívinum, heldur hon. Og leggur dent á at í øllum førum hetta slagið av kosmetologi, sum hon nú er farin at útbúgva seg til, er strævið.
- Tað er nógv evnafrøði at lesa, og ikki tær at siga, so er tað ræðuliga turrur lesnaður til tíðir, sigur Tina og flennir so hjartaliga.
Tina kann bjóða kundum sínum fleiri ymiskar viðgerðir. Andlitsviðgerð, voksviðgerð, aknuviðgerð, rygg- og bringuviðgerð og eisini er ein viðgerð til menn. Tina bjóðar eisini eina tannáringaviðgerð, sum er tillaga ungu húðini. Hetta tryggjar, at húðin verður verandi elastisk.

Hár og húðrøkt
Tað var Joan Baldvinsson, eigari av Salong Afrodite, sum av fyrstan tíð fekk hugskotið.
- Eg hugsaði um at fáa okkurt annað aftur at inn í salongina, tí eg helt, at tað kundi vera gott at kunna bjóða aðrar tænastur til kundan eisini, greiðir Joan frá.
- Eg hugsaði fyrst um at fáa mær solarium, men tað hevði bundið meg til at havt salongina opna aftan á tær vanligu opningstíðirnar, so tað droppaði eg, sigur Joan, sum leggur afturat, at hon har afturat ikki heldur, at lukturin frá einum solarium hóskar seg væl inni í eini frisørsalong.
So var tað, at hon kom at hugsa um húðrøkt. Hon kennir Tinu væl, og visti, at hon er í læru til medesinskan kosmetolog.
- So eg setti meg í samband við Tinu og hon var við upp á hetta her. Og so fór alt í gongd, og nú sita vit her, sigur Joan.
- Tað er púra vanligt, at ein arbeiðir, meðan ein er undir útbúgvingini. Øll hini, sum eg byrjaði saman við arbeiða eisini, so eg eri glað fyri at hava fingið henda møguleikan, skoytir Tina uppí.
Klinikkin hjá Tinu verður opin um dagarnar, meðan Salong Afrodite er opin. Hon hevur egið telefon nummar, men eisini letur tað seg gera at bíleggja sær tíð hjá Afrodite.