Hús brendu í grund í Lopra

Sunnudagin fekk løgreglan boð frá alarmsentralinum um at eldur var í einum húsum í Lopra. Ein maður stóð í kjallaranum og sveið seyðarhøvd við gassbrennara, tá hann brádliga hoyrdi at tað físti aftanfyri hann. Hann var tá somikið óskettin, at tað festi í lekan, ið var komin á slanguna frá gassfløskuni, og login fór uppundir loftið og festi í. Eldurin breiddist skjótt, og húsini brendu í grund.