Nú verður nógv skrivað og lovað av øllum valevnunum til býráðsvalið. Og tað er sum so væl skilligt. Til eitt val má man sum valevni loyva sær at vísa, at man eisini hevur nýhugsan og nýggj mál á skránni. Partamaðurin hjá mær vísti í sínum lesarabrævið á tørvin á einum húsið við vøllin í Hoyvík, og eg fari at taka undir við honum her.
Hoyvík er vaksin ómetaliga nógv seinastu árini. Íbúgvar fjølgast í nýggjum húsum á nýggjum vegum, og tað er at frøast um. Eitt so stórt og vaksandi bústaðarøki krevur sjálvandi eisini, at ymiskar tænastur flyta við út í nærumhvørvi. Tað verið seg læknar, samkomur, handlar, ítróttur og annað. Og júst ítróttur og frítíð er evnið í hesum skrivinum. Fótbóltsvøllur er bygdur í Hoyvík, og FC Hoyvík hevur sín gerandisdag har. Trupulleikin er bara, at tá vøllurin var lagdur á, og girðingin gjørd, so hendi einki meira.
Við vøllin í Hoyvík stendur ein gamal træskúrur, sum verður brúktur til goymslu og eina kaffimaskinu. Einki skiftingarrúm ella wc. Eingi áskoðarapláss. Bara grót og skervur kring girðingina.
Sum tit skilja, so er hettar ikki nøktandi umstøður til eitt nýtt, framfýsið felag. Tey hava sera stóran tørv á einum húsi við vøllin, har skiftingarrúm, wc og onnur hølir skulu vera í.
Og um man hyggur breiðari at hesum, so átti tað húsið eisini at fungera sum eitt felagshøli í Hoyvík. Har manglar eitt felagshús, sum borgarar kunnu skipa fyri veitslum og hátíðarhaldum í. Hoyvíkshøllin er stór og illa hóskandi til tílíkt, og avmarkað er hvat skúlin kann nýtast til.
Til størri tiltøk er tað ideelt at hava eitt gott og rúmligt hús við síðuna av vøllinum. So kunnu tiltøk við bæði uttan- og innandura aktivitetum haldast har.
Hoyvík er fólkarík, og hon bara veksur. Eitt nýtt hús við vøllin, sum bæði FC Hoyvík og allir hoyvíkingar kunnu brúka og gleðast um, er neyðugt.
Arbeitt hevur verið við eini ætlan um hús við vøllin, men har er enn einki komið burturúr annað enn fyribils skúrar. Og sum kollfirðingurin segði, “fyribils heldur ofta nógv betri enn trykkimpregnerað” :-)
Eg vil gera mítt til, at ætlanin við felagshúsi við vøllin kann fremjast í verki.
Set X við Niels á Reynatúgvu
Valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðsvalið