Hýsa fór fyri 23 krónur fyri kilo

Tað var stórur prísmunur á hýsu 2 og hýsu 3 á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár.

Tað man vera langt ímillum, at ein hampilig nøgd av hýsu 2 hevur fingið miðalprísin 23,01 kónur fyri kilo, men hetta var prísurin fyri stívliga 4,8 tons á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í gjár.

 

Hinvegin fekk hýsa 3 ikki eins frægan prís og hýsa 2. Stívliga fimm tons vóru av hýsu 3, og her var miðalprísurin - um vit so kunnu siga - einans 13,32 krónur fyri kilo.

 

Tað var serliga hýsa og toskur, sum seld vórðu á uppboðssøluni í gjár. Størstu nøgdirnar av toski var toskur 3, stívliga 4,2 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin 20,50 krónur fyri kilo.

 

Besti toskaprísur á uppboðssøluni í gjár var fyri eina minni nøgd - 402 kilo av toski 1 - sum fór fyri miðalprísin 28,10 krónur fyri kilo. Stívliga eitt tons av toski 2 fór fyri miðalprísin 22,89.

 

Tilsamans seldi Fiskamarknaður Føroya í gjár 21,6 tons av fiski fyri góðar 404.000 krónur, og hetta gevur ein samanlagdan miðalprís á 18,72 krónur fyri kilo.