Tríggjar fráboðanir um húsaófrið vóru í Havn í vikuskiftinum. Í øllum trimum førum eydnaðist tað løgregluni at tosa partarnar til rættis, og ikki varð neyðugt at taka fólk við á støðina, verður sagt á politistøðini í Havn. Nógv full fólk vóru eisini í býnum um vikuskitið, og í trimum førum varð neyðugt at taka fólk við á støðina at sova rúsin út, upplýsir vakthavandi á politistøðini. Eingin varð tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn um vikuskiftið.