Hóskvøldið 30. mars kom Magnus Heinason aftur frá yvirlitstrolingum á Landgrunninum, og harvið vóru yvirlitstrolingarnar, ið hava verið gjørdar á hvørjum vári síðan 1982, lidnar fyri hesu ferð.
Høvuðsendamálið við hesum kanningum er at fáa til vega tilfar, ið skal nýtast í stovnsmetingum. Túrurin gekk væl, og tað eydnaðist at taka allar tær ætlaðu støðirnar.
Uttan trupulleikar var túrurin tó ikki; Á Munkagrunninum fekk Magnus Heinason restir av einum troli um skrúvuna. Roynt var at fáa trolið at loysna av aftur, men tá tað ikki gekk, varð siglt á Tvøroyri, har fólk frá Brymli fór niður at skera netið av; tað eydnaðist væl.
Havstovan gleðist um, at væl var at fáa av ársgamlari hýsu, og tey vóna tí, at hesir kunnu fáa frið at seta til ein sera lítlan stovn. Mett verður, at árgangurin av hýsu frá 2015 er størri enn sæð leingi, og tí eru vónir um, at hann kann gerast eitt munagott íkast, tí hýsustovnurin er søguliga lítil í løtuni.
- Ein fortreyt fyri hesum er tó, at hann fær mest møguligan frið at vaksa og búnast, skrivar Havstovan.
Upsastovnurin er nakað minni enn miðal, men tó ikki heilt illa fyri. Tilgongdin av toski tykist hava verið lítil seinastu árini.
Longan tykist vera væl fyri, meðan brosman tykist vera í minking. Stóri kongafiskur hevur verið á søguliga lágum støði í fleiri ár, men seinastu tvey árini hevur sæð betri út. Reyðsprøkan er eisini væl fyri, men lítið hevur verið at fáa av kalva seinastu seks árini.
Lítli kongafiskur og gullaksur tykjast vera støðugir, men svartkjafturin er í betring. Har hevur lítið verið at fáa í fleiri ár, men í ár er líkt til, at tilgongdin er batnað.