Danska løgreglan gjørdi í gjár húsarannsókn heima hjá Evangelist-talsmanninum, Christiani Hedegaard, og á tveimum stovnum hjá rørsluni. Christian Hedegaard er nú skuldsettur fyri kvaksalvarí, og tvey starvsfólk hjá Evangelist eru skuldsett í sama máli. Tað sigur TV2 frá løgregluni í Norðursælandi.
-Vit løgdu hald á teldur og tríggjar flytikassar, sum vit nú skulu kanna. Harafturat hava vit avhoyrt fleiri fólk, sigur Keld Olsen hjá løgregluni í Hillerød við TV2.
Húsarannsóknirnar í gjár vóru ein beinleiðis avleiðing av, at Heilsustýrið í juni gjørdi av at melda Evangelist fyri kvaksalvarí.
Evangelist hevur onga viðmerking til tað, sum hendi í gjár.