Húsarhald fáa ikki stuðul at leggja um til varandi orku

Húsarhald og fyritøkur fáa ikki stuðul úr landskassanum til at leggja um frá olju til varandi orku.

Tað er greitt, nú vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá Bjørt Samuelsen um at lata húsarhaldum og fyritøkum stuðul fyri at stimbra tey leggja um frá olju fyri at hita húsini við grønari orku

Í vinnunevndini mælir øll samgongan til at vit eiga at leggja um til grøna orku.

Men harumframt kann oljunýtslan minkast við skilagóðari isolering og bjálving, og til hetta fáa húsarhald lagalig lán frá Bústaðum.

Men hinvegin tekur samgongan ikki undir við, at tað almenna setir ein stuðulsgrunn á til at stimbra privatum húsarhaldum at leggja um til grøna orku.

Meirlutin vísir eisini á, eingir pengar eru til at seta í henda grunn, og samstundis ber til at fáa lagalig bjálvingarlán, har rentan bara er 2,7 %.

Hinvegin tekur andstøðan undir við uppskotinum og mælir til, at ein partur av oljuavgjaldinum verður brúktur til endamálið, so at avgjaldið, húsarhaldini rinda hvørja ferð tey fylla tangan, verður latið húsarhaldinum aftur.

Tað er sera dýrt at leggja um frá olju til varandi orku og tí er tað eitt tungt tak hjá húsarhaldunum.