Tað eru ikki bara tey stóru altjóða oljufeløgini og OPEC londini, sum nøra at sær við høgu oljuprísunum, men landskassin fær sanniliga eisini sítt burturúr.
Prísurin fyri gassolju, sum verður nýtt til húsarhaldið, er hækkaður munandi seinastu mánaðirnar. Fyri fjúrtan mánaðum síðani kundi eitt húsarhald keypa 1000 litrar av olju fyri 3.017,5 krónur. Sama nøgd av olju kostar í dag 4.710 krónur. Prísurin í hesum tíðarskeiðnum er hækkaður ein góðan triðing.
Kemur illa við
Prísurin fyri ein litur av gassolju er í dag 4,71 krónur. Íroknað hendan prísin er eitt avgjald, ið er 80 oyru, og sum fer beinleiðis í landskassan.
MVG verður roknað av prísinum, tá avgjaldið fyrst er drigið frá. Tí kunnu vit koma fram til, at hvørja ferð eitt húsarhald keypir ein litur av olju, fara 1,58 krónur beinleiðis í landskassan. 78 oyru eru MVG, meðan 80 oyru er avgjald. Hinar 3,13 krónurnar fara til oljufelagið.
Hetta er nærum ein triðingur av samlaða prísinum, sum landskassin skavar inn undir seg í avgjaldi og MVG.
Um eitt vanligt húsarhald í dag hevur tørv á 3000 litrum av olju um árið, ljóðar oljurokningin uppá 14.130 krónur. Sama nøgd kostaði einum húsarhaldi 9.030 krónur fyri fjúrtan mánaðum síðani. Eitt húsarhald má tí nú rokna við eini meirútreiðslu uppá eini 5.000 krónur um árið, um prísurin fer at halda seg í eini hampuliga støðugari legu.
Kemur væl við hjá landskassanum
Oljuavgjaldið er fastlagt, og tí verður tað ikki ávirkað av broyttum oljuprísum. Hinvegin verður MVG roknað í prosentum av prísinum. Tí fær landið meira í kassan, tá oljuprísurin er høgur.
Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 44 oyru í MVG fyri hvønn litur, sum varð seldur. Í dag fær landskassin 78 oyru í MVG fyri hvønn liturin, tí oljuprísurin er hækkaður. Umframt MVG-ið kemur eisini avgjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin.
Eitt húsarhald, sum nýtir 3000 litrar av olju um árið, skal sostatt í dag lata landskassanum 2340 krónur í MVG. Fyri fjúrtan mánaðum síðani fekk landskassin 1320 frá einum húsarhaldi, sum skuldi hava 3000 litrar av olju. Her er avgjaldið ikki tikið við.
MVG inntøkurnar frá oljusølu hjá landskassanum eru sostatt næstan tvífaldaðar eftir einum góðum ári.
Skip, sum eru yvir 20 bruttoregistartons, sleppa undan avgjaldinum og MVG.
Metingar, sum Sosialurin hevur fingið frá Føroya Shell og Statoil, siga, at føroyski marknaðurin á landi er eini 100 milliónir litrar av olju um árið. Her er øll gassolja, sum er seld á landi, tikin við. Umframt húsarhaldini eru virkir og almennir stovnar eisini tikin við í hesa metingina.
Um 100 milliónir litrar av olju verða seldir komandi árið fyri 4,71 krónur, fær landskassin 158 milliónir í avgjaldi og MVG. Um roknað verður við oljuprísinum í august í 1999, hevði landskassin bara fingið 124 milliónir krónur um árið. Tað eru 34 milliónir meira.
Gjørt skal vera vart við, at príshækkingarnar, sum hava verið á brennievni til bilar ikki er tikin við í nakað roknistykki, men eisini her fær landskassin bæði avgjald og MVG.
Røddir á tingi hava verið frammi um at avtaka avgjaldið, sum er 80 oyru fyri liturin. Hetta hevði lætt munandi um hjá vanliga húsarhaldinum, tí tá litrarnir gerast so nógvir í tali, gerst avgjaldsupphæddin stór.
Enn hevur samgongan einki beinleiðis stig tikið til at lækka hetta avgjaldið, men tað verður hon óivað noydd at gera, tí støðan hjá húsarhaldunum kann ikki góðtakast í longdini, tá príshækkingarnar gerast so ógvusligar, sum vit hava upplivað seinastu mánaðirnar.