Eitt brúgvalag við regni kemur inn yvir Føroyar, men hósdagin trokar eitt skifti turrari luft seg fram av útsynningi.
Í dag verður lot til andøvsgul av suðri, sum um náttina snarar í ein landsynning, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og támut, mjørki í støðum og møguliga lætt regn. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 14 stig.
Mikudagin øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifti í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Um náttina snarar hann í ein útsynning og makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn av og á, um náttina klárar tó nakað í. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 15 stig.
Hósdagin øtlar hann aftur vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar, um náttina framvegis turt, men meiri skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 14 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og í støðum regn, men eisini møguliga sólglottar. Hitin millum 10 og 14 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av útsynningi. Hitin millum 10 og 13 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 10 og 14 stig.