Húsið opið aftur sum vant

Jólaferian er farin afturum, og tey í Húsinum í Klaksvík eru byrjað uppá eitt nýtt ár við nógvum spennandi tiltøkum fyri framman Januar og februar plaga at vera tveir myrkir og kaldir mánaðir við nógvum vindi og regni, men Húsið hevur nógv spennandi at bjóða.

 

Á skránni er m.a. filmskvøld, borðtenniskapping, grýlukvøld í svimjihøllini, grýludiskotek fyri børn, Lán-Party o.s.fr.

 

28. februar hevur Húsið 3 ára føðingardag.

 

Onkur konsert verður eisini, so tað er at fylgja væl við á kalendaranum, nær tiltøkini verða.