Húsið skal brúkast

Niels Halm varð settur sum stjóri í Norðurlandahúsinum tann 1. februar í ár, tá hann tók við eftir Helgu Hjörvar. Áður hevur Niels Halm verið stjóri á tí donsku altjóða mentanarskrivstovuni og booking- og eventstjóri í ARTE. Tann 52 ára gamli danin stóð eisini fyri mentanarskránni, tá danir sótu við ES-formansskapinum. Tað var eitt samt stýri fyri føroyska Norðurlandahúsið, sum setti Niels Halm í stjórasessin.
Niels Halm sigur, at hann vil satsa so breitt sum gjørligt og upp á góðsku.
-Eg vil fegin arbeiða saman við mentanarumhvørvinum í Føroyum, og eisini saman við fjølmiðlunum og fyritøkum, sigur Niels Halm.
Hann leggur afturat, at tað er sera týdningarmikið, at húsið verður brúkt og sigur í tí sambandi, at hann avgjørt heldur, at húsið skal vera opið í desember mánaði.