Aðalfundur
Sum vit skrivaðu fyri viku síðani, so var eitt av málunum á aðalfundinum hjá FSF eitt uppskot frá nevndini um, at Fótbóltssambandið skuldi keypa bygningin við Tórsvøll, so hesin kundi gerast liðugur.
Eftirlýstu kunning
Í stuttum kann sigast um ætlanina, at eftir at FSF nú hevur nýtt knappar 7 mió.kr. til at inniloka bygningin ? sum grunnurin Tórsvøllur framvegis eigur ? ætlar nevndin í FSF nú at yvirtaka bygningin og gera hann lidnan. Kostnaðurin av hesum verður mettur til 10 mió.kr. afturat, harav FSF sjálvt skal runda á leið 2 mió.kr. Restin verður fíggjað við stuðli frá landinum, UEFA og FIFA.
Tað var skjótt greitt undir orðaskiftinum hesum viðvíkjandi, at fleiri av feløgunum hildu seg vera alt ov lítið kunnaði. Sum onkur málbar seg, so var eitt a-4 ark við nøkrum tølum eitt alt ov tunt grundarlag til at taka eina somikið týdningarmikla avgerð á. Víst varð á, at feløgini valla vistu, hvussu bygningurin fór at síggja út, og útrokningar fyri, hvat tær 10 milliónirnar skuldu nýtast til, høvdu tey als ikki sæð, varð millum annað sagt.
Tá formaðurin skuldi svara mongu fyrspurningunum, so var tað í fleiri førum soleiðis, at feløgini als ikki tóktust nøgd við svarið.
Fyrst og fremst legði Torleif Sigurðsson dent á, at einastu ráðini hjá FSF í løtuni vóru at keypa húsini. Sum hann málbar seg, so hevur FSF nýtt knappar sjey milliónir, sum eru bókaðar sum lán til Tórsvøll, og um bygningurin ikki varð gjørdur liðugur, so var sum so eingin nytta í hesum peningi.
Við øðrum orðum, so var støðan tann, at føroysku fótbóltsfeløgini í veruleikanum høvdu givið heimild til hetta longu fyri tveimum árum síðani. Ta ferðina játtaðu tey nevndini at nýta pening til innilokan av bygninginum, men ikki fyrr enn formaðurin fyrst hevði sett formanssessin upp á spæl, tí feløgini upprunaliga vóru ímóti uppskotinum.
Nú var støðan tann, at FSF kundi velja ímillum at hava spilt sjey milliónir ella at nýta tvær milliónir afturat, soleiðis at bygningurin kann gerast endaliga liðugur. Hesum tók aðalfundurin eisini undir við, og í veruleikanum var mótstøðan ikki so øgiliga stór, tó at tað hevði verið ynskiligt við einum størri meiriluta í einum so týdningarmiklum máli. 15 atkvøður vóru fyri uppskotinum, meðan sjey vóru blankar. Eingin atkvøddi ímóti.
Framferðin framyvir
Tað, sum nú skal henda í samband við húsið við Tórsvøll, er í fyrsta umfari, at finnast skal útav, hvussu húsini kunnu gerast ogn hjá FSF.
Peningaliga er hetta eingin trupulleiki, men spurningurin er, hvørt Býráðið skal lata FSF grundøkið, sum bygningurin stendur á, ella um ein langtíðar leigusáttmáli skal gerast.
Tá hetta er gjørt, kann farast undir sjálvt arbeiði við liðugtgerðina. Tá hetta er liðugt, eigur FSF ein bygning í fýra hæddum, sum í alt fevna um góðar 1.100 fermetrar.
Niðasta hæddin, sum er 519 fermetrar er roknað til allar teir hentleikar, ið krevjast til leikarar, tá altjóða dystir eru á skránni. Á teimum næstu 252 fermetrunum skal umsitingin hjá FSF halda til. VIP?arar við meira fáa 169 fermetrar á triðju hædd, og á teimum ovastu 183 fermetrunum skulu fjølmiðlarnir halda til undir dystunum. Tær báðar ovastu hæddirnar kunnu harumframt eisini nýtast til skeiðvirksemi og gisting, tá FSF hevur tørv á hesum.
Eftir er so spurningurin um, hvussu Tórsvøllur skal rekast. Á fundinum rói Torleif Sigurðsson uppundir, at hetta skuldi verða eitt mál millum Tórshavnar Býráð og FSF. Tað vil siga ein loysn uttan fyri grunnin, sum eigur Tórsvøll. Formaðurin vísti her á, hvussu teir hava gjørt í Íslandi, har Býráðið í Reykjavík hevur at kalla útlisiterað vøllin til fótbóltssambandið, sum fyri eina ávísa upphædd um árið tekur sær av øllum rakstrinum.