Kommunustýrið í eysturríkska býnum Amstetten hevur samtykt, at húsini hjá Josef Fritzl skulu takast niður. Josef Fritzl fekk í mars í 2009 lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava stongt dóttur sína inni í kjallaranum í 24 ár, fyri at hava neyðtikið hana ferð eftir ferð og fyri at hava fingið sjey børn saman við henni.
Hann varð eisini dømdur fyri dráp, tí eitt av børnunum doyði, uttan at hann hevði verið hjá lækna við tí.
Herbert Katzengruber, sum er borgarstjóri í Amstetten, sigur við eysturríksku tíðindastovuna APA, at kommunan fer ikki at gera nakað hóvasták burtur úr avgerðini at taka húsini hjá Josef Fritzl niður. Tí verða tey helst tikin niður niður okkurt kvøldið, sigur hann.