Húsini hjá Manchester United-stjóra álopin

Ófriðarkroppar hava í kvøld millum annað tveitt neyðbluss eftir húsunum hjá Woodward-húskinum

Stjórin í Manchester United, Ed Woodward, var ikki við hús í kvøld, tá ið ófriðarkroppar savnaðust við hús hansara til eitt harðligt mótmæli ímóti leiðsluni í fótbóltsfelagnum.

Umframt at rópa ókvæmisorð ímóti stjóranum í enska fótbóltsfelagnum, vóru tendrað neyðbluss eisini tveitt inn um girðingina við húsini hjá Woodward-húskinum.

Hetta sæst á sjónbrotum, sum ganga á sosialu miðlunum í løtuni. Á sjónbrotunum, síggjast fleiri fólk við fjaldum andlitum, sum tveita neyðbluss ella fýrverk inn í garðin.

Manchester United hevur svarað hendingini alment.

Eitt talsfólk fyri felagið, sigur millum annað, at eitt er, at fjepparar vísa sína ónøgd, men ólógligt skaðavirksemi og ætlanir um at seta lív í váða er eitt annað. "Har er rætt og slætt eingin umbering fyri hesum atburði, skrivar Manchester United í kvøld.

"Vit vita, at fótbóltsheimurin og løgreglan í Manchester fer at hjálpa okkum at finna tey, ið hava framt hetta óneyðuga álopið", sigur felagið eisini og ger greitt, at tey seku fáa lívslangt bann frá felagnum.

Ed Woodward býr í húsinum við konu sínu og tveimum døtrum. Eingin teirra var við hús tá ið hendingin fór fram.