Um fýratíðina seinnapartin kom eldur í húsini hjá Thorvaldi av Steinum, sála, í R. C. Effersøegøtu í Havn. Húsini stóðu í ljósum loga, tá sløkkiliðið kom á staðið og stóðu ikki til at bjarga
Enn er ógreitt, hví eldur kyknaði í húsunum, sum hava staðið tóm í fleiri ár. Men tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldur um alt húsið, og har var ikki innkomandi.
Tað var Tórshavnar Býráð, sum átti húsini, eftir at Thorvald Poulsen av Steinum doyði. Men býráðið seldi húsini til ein ein byggimeistara, sum hevði aðrar ætlarnir við økinum við vakra urtagarðinum.
Húsini hava staðið tóm í áravís vit brotnum vindeygum ? og hava verið nýtt sum spælipláss hjá óvitum. Vit kunnu siga, at tey hava staðið sum ein kontrast til Thorvald Poulsen av Steinum, sum læt eftir seg grunnin, sum á hvørjum ári heiðrar ungum og evnaríkum listafólkum við gávugóðsi.
(sí eisini kykmynd)