Húsligi sjónvarpsmaðurin Tórður Mikkelsen:

Hvat slag av uppvaskisápu nýta tit heima við hús?
? Tað er hatta føroyska frá Kemilux. Sitrónuppvask. Og uppvaskibustin er hvít.

Hvussu ofta gert tú mat um vikuna?
? Tað er ein góður spurningur. Tað veldst um, hvat er at gera mat. Er tað at kóka ræstan fisk til døgurða at gera mat, so má tað liggja um einar tvær ella tríggjar ferðir um vikuna, haldi eg.

Hvussu longi kókar tú eplir?
? Tað plagar at vera um hálvan tíma.

Og eitt egg?
? Nú er tað so, at eg vil bert hava bleyttkókað egg, so eg kóki tey í tríggjar minuttir. Eg plagi at kóka tvey, og veitst tú hvat, mær dámdi best fyrr? Mær dámdi sera væl at koyra skalið av og so koyra eggið í munnin í einum. Men tað geri eg ikki longur, tí hvat um nú ein ungi er í? Tá fyrst tílíkir tankar hava sett seg í høvdið, ber illa til at lata vera við at hugsa um tað.

Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur?
? Tað er tá ið eg eri í góða lagnum og dustsúgvi og vaski gólv og trappur. Tá avlasti eg konuna eitt sindur, og ein er altíð so fegin, tá ein er liðugur. Tá tað er gjørt.

Hvussu nógv bakipulvur nýtir ein vanliga til 500 gram mjøl?
? Eg havi ongantíð bakað, tað er ikki eg, so tað veit eg ikki. Tað besta, sum eg veit at gera er at gera sósir av ymsum slag og smakka tær til.

Hvat hevur tú gjørt, tá ið tú hevur gjørt okkurt avbera lekkurt?
? Ja?tað er eisini ein góður spurningur?mítt serøki er sum sagt at gera sósir. Eg standi ikki og geri so øgiliga nógv burtur úr eini máltíð, tað vil siga, at eg geri ikki fleiri rættir. Men mær dámar væl at steikja kjøt, grindabúff ella okkurt líknandi. Men ikki at gloyma, mín æra er at gera eina sós, sum simpulten sigur BINGO.