Fótbóltur
Tað stendur nógv á spælarunum, sum fara á vøllin í Traðardali við Sand sunnudagin.
Við 18 stigum eru B71 og Skála jøvn í botninum, men munurin upp til KÍ røttu megin strikuna er bara trý stig, og tí kann ein sigur av álvara blása lív í vónina um, at lokalu hetjurnar – Eli Hentze og John Petersen – kunnu bjarga sínum liði.
Og tað verða tvey lið í sterkastu uppstiling, sum fara á vøllin. Hjá B71 kom væl við, at landsliðið hevði steðg. Hjá B71 máttu bæði Clayton Soares og Símun Rógvi av vøllinum seinast, og tað var viðvirkandi til tennis-tapið í Gundadali móti HB. Men teir eru báðir tøkir aftur hesaferð.
Hjá Skála hevur manningartalið verið mest sum fult seinastu ferðirnar. Hinvegin hava skaðar og slit argað eitt nú Paula Hansen og Boga Gregersen, sum báðir eru týðandi spælarar á liðnum. Men við landsliðssteðginum hava teir báðir eisini fingið nakað av hvíld, soleiðis at teir eru púrasta klárir til 90 minuttir, har talan mest sum við vissu verður um kontant spæl, nógvar nærdystir og høgan intensitet.