Háspenningur millum kollfirðingar um FM-finaluna

Kollfirðingar eru bæði spentir og vónríkir til ta næstu FM-finaluna ímóti H71. sum verður í ítróttarhøllini í Kollafirði í morgin klokkan 16.

 

Sportalurin/Rás2 vitjaði í Kollafirði fyrr í dag, og har fingu vit orðið á Teit Joensen, KÍF leikara og Jákup Wenzil Joensen, KÍF fjeppara, sum sæst á myndini, litríkt skrýddur til steypafinaluna fyrr í ár.

 

Báðir iðra seg um, at KÍF ikki megnaði at halda fast, og hála sigurin heim ímóti H71 mikukvøldið, men báðir hava samstundis góðar vónir til dystin í morgin, sum hesaferð verður á heimavølli.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Teit Joensen og Jákup Wenzil Joensen, sum vit gjørdu fyrr í dag í ljóðbrotinum undir greinini.