Tað var 23. mai 2009, at eldur kom í húsini, sum skipasmiðjan átti Sigmundargøtu í Havn.
Har búðu starvsfólk á skipasmiðjuni tá.
Tá varð hildið, at ein sigarett var orsøkin til eldin.
Húsini vórðu ongantíð sett í stand aftur, og tá ið sp/F 14 fór, gjørdust húsini ogn hjá Eik Banka.
Súni Schwarts Jacobsen, forstjóri í Ein Banka sigur, at bankin heldur enn fegin vil av við ognina.
- Vit hava verið í samband við Tórshavnar kommunu, sum vísti áhuga fyri at keypa, men vit hava einki frætt aftur, sigur Súni Schwarts Jacobsen.